Hátíðardámur inni í dómkirkjuni í Lund, har promotorurin á latíni handaði Jóan Paula Joensen krans og diplom
Jóan Pauli Joensen kosin fagnaðardoktari við universitetið í Lund
Á stórum hátíðarhaldi í síðstu viku við universitetið í Lund varð fyrrverandi rektarin á Fróðskaparsetri Føroya fagnaður fyri sítt lívlanga akademiska yrki og avrik
Undir hattum og lavrberjakransum var fín skrúðgonga og hátíðarhald, tá universitetið í Lund kjósaði 290 nýggjar doktarar, 16 heiðursdoktarar og 48 fagnaðardoktarar.
Jóan Pauli Joensen, fyrrverandi rektari á Fróðskaparsetri Føroya og adjungeraður professari í siðsøgu, fekk stóran heiður, tá universitetið í hesum sambandi lavrberjakrýndi hann sum fagnaðardoktara.
- Accipe lauream, honnesti felisque laboris praemium, segði pallstjórin, og Jóan Pauli Joensen bukkaði og fekk kransin á høvdið. Á føroyskum merkir latínska útsøgnum okkurt sum "Tak ímóti lavrberjakransinum sum virðisløn fyri títt heiðurliga og væleydnaða arbeiði".

Jóan Pauli Joensen í velafrakka og við lavrberjakransi á høvdinum
Heitið, sum Jóan Pauli Joensen nú hevur fingið aftrat, er doctor jubilaris, sum sviar kalla jubeldoktor, og hesin heiður verður latin teimum, sum fyri 50 árum síðani vórðu útnevnd til doktarar við universitetið í Lund. Og nú fimmti ár eru runnin, síðani Jóan Pauli Joensen gjørdist doktari har, varð hann heiðursframfluttur til fagnaðardoktara.
Vit ynskja Jóan Paula hjartaliga til lukku við nýggju og heiðurligu framflytingini!
Sí stroymin við øllum hátíðarhaldinum her - Jóan Pauli Joensen fær kransin á høvdið á tíðarkotu 02:49:10
Sí fleiri myndir her
Jóan Pauli Joensen skrivar sjálvur soleiðis um hendingina:
Accipe lauream, honnesti felisque laboris praemium
Tann 26. mai í 1976 – fyri 50 árum síðani – var eg promoveraður til filisofie doktor við Lunds Universitet, tíverri hendi tað in absentia.
Tað bar soleiðis á, at eg í sambandi við eina kanning á Landssjúkrahúsinum fekk meningitis og kom at liggja leingi á sjúkrahúsinum og slapp tí ikki til Lund, og varð tí promoveraður uttan at vera har.
Tey trý innsignini, lavrberjakrans, doktararing og diplom, fekk eg sendandi við postinum.
Lavrberjakransurin kom ongantíð á høvdið. Tað árið vóru tað til samans 84, sum høvdu vart doktararitgerð og fingu doktaraheitið.
Nú 50 ár aftaná hevur Lunds Universitet sýnt mær tann stóra heiður at kreera meg til jubildoktara, og hesa ferð fekk eg lavrberjakransin á høvdið fyri fyrstu ferð.
Við mínum 81 árum mundi eg vera millum teir yngstu jubildoktararnar, sum vórðu heiðraðir á hesum sinni. Tey flestu vóru frá seinast 80 og væl uppi í 90 árini. Ein stórur partur var longu farin foldum frá. Innan fyri hugvísindi vóru vit bert tveir, sum tí komu at ganga lið um lið í skrúðgonguni, hann 91 og eg 81 ár.
Lunds Universitet hevur røtur aftur í miðøldina og núverandi innsiglið hjá universitetinum er frá 1666. Millum tær aldargomlu siðvenjurnar, sum lív hevur verið hildið í, er doktarapromotiónin, sum er á hvørjum ári seinast í maimánaði. Á hesum degi handar universitetið ársins doktarum teirra innsigni. Tey, sum fáa doktaraheiti frá filosofiska fakultetinum, fáa sett lavrberjakrans á høvdið, og tey frá hinum fakultetunum doktarahatt. Hatturin gongur, sum innsignini, aftur til miðøldina og lavrberjakransurin longri, eitt nú var Julius Cæsar avmyndaður við lavrberjakransi. Hini innsignini, doktararingur og diplom, ganga eisini aftur til ta fyrstu tíðina í evropeiska universitetsheiminum.
Fyri hvørt fakultet er tilnevndur ein promotor, og eru fleiri størri deildir á fakultetinum, so ein fyri hvørja deild. Promotor handar doktarunum teirra innsigni.
Doktarapromotiónin byrjar við, at tey, sum skulu promoverast ganga í hátíðarligari skrúðgongu frá universitetinum og inn í dómkirkjuna saman við promotorum og einum úrvaldum skara av vísindaliðinum við universitetið.
Umframt tey, sum hava vart doktararitgerð við universitetið í undanfarna lestrarári, verða eisini á hvørjum ári útnevndir heiðursdoktarar og jubildoktarar. Heiðursdoktarar og tey, sum hava vart doktararitgerð, sessast fremst í kirkjurúminum framman fyri altarinum. Jubildoktararnir til vinstru fyri altarið uppi í kórinum, haðani tað var gott og stytst at ganga.
Tá urguspælið tagnar, bjóðar rektor magnificus vælkomin. Eftir tað byrjar promoveringin fakultetsvís. Alt fer fram á latíni. Heiðursdoktararnir eru teir, sum fyrst verða promoveraðir á hvørjum fakulteti sær. Eftir teir koma jubildoktararnir og seinast tey, sum hava vart sína doktararitgerð í akademiska árinum.
Millum promoveringarnar hjá fakultetinum verður spældur tónleikur, og kór syngja og uttan fyri dynja kanónirnar, so dómkirkjan ristist, tí skotið verður eisini fyri promoveringunum hjá hvørjum fakulteti sær.
Henda 29. mai 2026 byrjaði promoveringin í dómkirkjuni í Lund kl. 12.00.
Tá rektor magnificus hevði borið fram sína heilsan, vóru doktaraevnini kallað upp so hvørt at taka ímóti innsignum sínum frá promotor, sum við hvønn einstakan segði:
Salve!
Accipe lauream, honnesti felisque laboris praemium
(Tak ímóti lavrberjakransinum, lønin fyri heiðurligt og fruktagott stríð !)
Og við tey, sum fingu doktarahatt::
Accipe pileum, insigne libertatis!
(Tak í móti hattinum, tekin frælsisins!)
Doktararingurin og diplomið er felags fyri øll.
Ecce anulus, sincerae fidel pignus!
(Sí her ringin, trúskapsins sanna pant!)
En diploma, doctrinae virtutisque testimonium!
(Sí her diplomið, vitnisburður um lærdóm og framúrskarandi eginleikar!)
Heiðursdoktararnir og tey, sum høvdu vart ritgerðir, fáa doktararing, men ikki
jubildoktararnir, tí teir høvdu fingið hann 50 ár frammanundan, men teir fáa nýggjan lavrberjakrans og nýtt diplom sum fagnaðardoktari. Heilsanin móti endanum og skilnaðarorðini eru tey somu fyri øll, men av grammatiskum ávum eru tey øðrvísi fyri menn og kvinnur:
Salve.
Vale, praeclarissima doctrix/praeclarissimi doktor
(Ver heilsaður.
Farvæl, framúrskarandi doktari!)
Vit fagnaðardoktarar henda dag fingu tann heiður, at ungar kvinnur, marskálkar, tóku okkum undir armin og leiddu okkum inn á pallin til promotor, sum setti lavrberjakrans ella hatt á høvdið og gav okkum diplomið í vinstru hond. Vit takkaðu við at benda høvur, fyrst móti promotor og so móti teimum, sum sótu í kirkjuni.
Doktarapromotiónin byrjaði í kirkjuni henda dagin klokkan 12:00 og endaði ikki fyrr enn umleið klokkan 16, tá biskuppurin bað eina bøn á latíni. Tá var aftur gingið í skrúðgongu úr dómkirkjuni til universitetið, har rundan um gosbrunnin í Lundargarði framman fyri universitetið var bjóðað okkum gott at drekka, áðrenn fotograferingin fór fram á universitetstrappuni. Og har endaði hesin parturin.
Seinni um kvøldið var tann bæriligi promovatiónsdøgurðin í AF-Borgini.
Krøvini til klædnadrakt til doktarapromotiónina eru føstløgd til mannfólkini. Hon er tað, sum sviar nevna frack – ella velafrakki, hvít sloyfa, svartur vestur um dagin og blankir leðurskógvar. Um kvøldið til promovatiónsdøgurðan er vesturin hvítur.
Frackhuset í Lund hevði úr at gera til henda dag , tí nógvir vóru vit, sum leigaðu okkum okkum veitsluklæðini har.
Krøvini klæðini hjá konufólkunum eru væl frælsari ein slíkan dag, men innan fyri ávís mørk, eitt nú skuldu akslarnar verða huldar, farast kundi í myrka drakt, myrkan síðan kjóla og svartar skógvar.
Til promotiónsdøguran um kvøldið kundu litirnir hjá konufólkunum vera fleiri og bjartari og skógvarnir við. Mannfólkini eru mestsum øll líka klødd, meðan margfaldið hjá konufólkunum var munandi størri.
Ein munur var kortini á teimum, sum fingu doktarahatt og teimum, sum fingu lavrberjakrans. Tey, sum høvdu fingið hatt, skuldu lata seg úr honum, meðan tey, sum høvdu lavrberjakrans bóru hann alt kvøldið á tamb.
Promotiónsdøgurðin um kvøldið byrjaði uttan fyri við gosbrunnin við universitetið við einum glasi við góðum drykki, áðrenn farið var til borðs innandura í AF-borgini.
Døgurðin endaði um ellivutíðina; tá fóru tey yngru í barrina ella at dansa, har dansur var í AF-Borgini, men tá var møði komin á teir flestu jubildoktararnar og teirra makar.
Ásannast má, at tað er munur á at vera 30 og um 90 ára gamal!