Skriva út

Jóanes Nielsen, náttúran og valdið

Í nýggju vísindaligu útgávuni “Økopoesi” hevur Bergur Djurhuus Hansen grein um yrkingar eftir Jóanes Nielsen.


Bókin Økopoesi er tann 9. í røðini, sum netverkið av norðurlendskum lýrikgranskarum,  Norlyr, letur geva út. 

Í bókini eru greinir um yrkjarar úr Noregi, Føroyum, Danmark, Svøríki og Finnlandi. Yvirskipaði spurningurin í bókini er, hvussu yrkingar í Norðurlondum á ymsan hátt lýsa sambandið millum menniskju og náttúru, og hvussu tær avdúka ein áhuga fyri umhvørvi, umhvørvisspurningum, valdsviðurskiftum o.ø. Ritstjórnin lýsir í stuttum innihaldið í bókini soleiðis: “Bogens syv artikler tager udgangspunkt i poetiske tekster, der spænder fra romantikkens harmoniske natursyn til postmoderne apokalyptiske perspektiver og fra Finland i øst til Færøerne i vest. Herigennem optegnes økopoesiens centrale og vidtspændende position i Norden”. Greinin eftir Berg hevur heitið ”Rester af natur findes” og er um yrkingar eftir Jóanes Nielsen og danska yrkjaran Peter Nielsen.

Tað er norska forlagið Alvheim&Eide, sum gevur bókina út.