(Foto: Finnur Justinussen)
Brynhild Thomsen
07.10.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Jógvan í Lon fingið M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir

Jógvan í Lon Jacobsen, professari í føroyskum á Fróðskaparsetri Føroya, hevur fingið virðisløn M.A. Jacobsens fyri yrkisbókmentir

Á samkomu í Müllers Pakkhúsi í Havn seinnapartin fekk Jógvan í Lon Jacobsen, professari á Føroyamálsdeildini,  viðurkenning fyri stóra verkið hjá sær, Føroysk purisma.

Í grundgevingini skrivar dómsnevndin, at bókin varpar nýtt ljós á føroyska málsøgu við purismuni við purismuni sum sáld. Við støði í stórari samanberandi kanning setir høvundurin føroyska purismu í norðurlendskt høpi og gevur soleiðis lesarunum eina djúpari fatan av puristiskum hugburði í samtíðini. Hetta er eitt viðkvæmt evni - er tað føroyskt ella bara orð í føroyskum? Høvundurin lyftir seg upp um ósemjurnar og vísir á, at málvariatión skapar rúmari ræsur í málinum.

Jógvan i Lon lýsir føroyska purismu við vísindaligum neyvleika og miðlar hana á ein hátt, sum er viðkomandi bæði fyri frøðingin og tann vanliga føroyingin við áhuga fyri málinum.

Vit á Fróðskaparsetri Føroya ynskja starvsfelaga okkara, Jógvani í Lon Jacobsen, hjartaliga til lukku við virðisløn M.A. Jacobsens!