15.01.2016
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Jógvan í Lon Jacobsen professari í føroyskum máli

Jógvan í Lon Jacobsen verður tilnevndur professari tann 1. februar.


Jógvan í Lon Jacobsen verður tilnevndur professari tann 1. februar.

Jógvan hevur starvast á Fróðskaparsetrinum síðani 1988 sum avloysari, orðabókaritstjóri og frá 1998 vísindastarvsfólk á Føroyamálsdeildini fyrst sum adjunktur og síðani sum lektari. Ein metingarnevnd hevur lisið og mett avrik Jógvans. Niðurstøðan hjá nevndini er, at hann er væl skikkaður at verða fluttur fram í professarastarv. Nevndarlimirnir vóru Caroline Heycock, professari á universi­tetinum í Endinburgh, Veturliði Óskarsson, professari á universitetinum í Uppsala og Olle Josephson, professari á universitetinum í Stockholm, sum var formaður.

Jógvan hevur skjalprógvað umfatandi undirvísingarroyndir og fólksligt vísindaligt virksemi, har hann fyri eini breiðari fjøld í talu eins og í skrift hevur viðgjørt føroyska mállæru, mál­søgu og samfelagsmálvísindi. Umfatandi vitan, stórt útsýni, klókar metingar og góðar gávur at nýta málfrøðiligan kunnleika um viðurskifti, sum hava týdning fyri nógv fólk, eyðkenna málvísindaligu avrik Jógvans. Samanumtikið er niðurstøðan hjá metingarnevndini og Fróðskaparsetrinum, at hann er væl skikkaður at verða professari og kann nýta hetta heitið frá 1. februar 2016.

Í sambandi við professaratilnevningina heldur Jógvan setanarfyrilestur fríggjadagin tann 5. februar kl. 14 í Loftsstovuni á Føroyamálsdeildini.

 

Broytingar í føroyskum bygdarmálum

Í fyrilestrinum verður greitt frá eini kanning um broytingar í føroyskum bygdarmálum. Kanningin byrjaði í 2015 við innsavning av tilfari kring landið. Innsavningin heldur fram í 2016. Kanningin kann býtast sundur í tveir partar. Annar parturin snýr seg um at samanbera gamlar og nýggjar upptøkur av føroyskum bygdarmálum, har tað ber til staðfesta møguligar broytingar í veruligari tíð. Hin parturin er ein hugburðskanning, sum kann geva ábendingar um møguligar orsakir til málbroytingar.
Tað er ein royndur lutur, at málbroytingar støðugt fara fram. Í evropeiskum høpi síggja vit ofta, at standardmálið verður hildið at hava ávirkan á tey ymsu málbrigdini í landinum. Hetta er ein fløktur spurningur, tí vit kunnu neyvan tosa um eitt føroyskt standardtalumál. Vit vita ikki so nógv um, hví og hvussu málbroytingar henda. Tí eru vit farin undir hesa kanningina.