20.06.2014
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Jóhan Hendrik W. Poulsen áttati ár

Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya heilsar Jóhan Hendriki W. Poulsen á áttati ára føðingardegnum við øllum góðynskjum. Hjartaliga til lukku.


Fríggjadagin 20. juni 2014 eru 80 ár liðin, síðan Jóhan Hendrik W. Poulsen sá dagsins ljós suðuri í Sumba, har foreldrini Kristianna og Niels Winther Poulsen, sum var lærari, búðu tá. Tá Jóhan Hendrik var um 6 ára gamalur, fluttu foreldrini til Skopunar, og hann vaks upp har. Eftir skúlagongdina í Skopun bar leiðin hjá honum til Havnar, har hann fekk sær framhalds- og studentsprógv í 1952. Eftir tað fór hann undir hægri lestur á lærda háskúlanum í Keypmannahavn, las fyrst latín og enskt eitt skifti, men skifti síðan yvir at lesa norrøna málfrøði. Hann tók mag.art. prógv í 1966. Eftir eitt starvsár í USA kom hann í 1968 heimaftur at starvast á nýstovnaða Fróðskaparsetrinum í Føroyum. Hann búsettist í Kirkjubø, haðani kona hansara Birna Patursson er ættað. Í heiminum hjá teimum hava studentar og granskarar mangan sitið væl og notið stóran blíðskap.

Jóhan Hendrik var ovurfegin, tá ið deildin, har hann var lektari og Christian Matras var professari og granskari, fekk navnið Føroyamálsdeildin í 1970. Á Føroyamálsdeildini starvaðist Jóhan Hendrik, til hann valdi at leggja undirvísingarstarvið har frá sær. Fyrsta septembur í 1997 varð hann eftir umsókn loystur úr starvi við eftirløn.

Tað er sum málgranskari og orðabókarrithøvundur, at Jóhan Hendrik W. Poulsen er kendur millum føroyingar, einahelst av tí at hann valdi Útvarp Føroya sum miðil til orðasavning í útvarpstáttinum, sum hevði navnið Orðabókin. Hetta heitið varð so við og við flutt av útvarpssendingini yvir á fólkið, sum skipaði fyri sendingini, soleiðis at Jóhan Hendrik fekk eykanavnið Orðabókin, sum hann helt vera skemtiligt, og sum hann kundi bera sum eitt heiðursnavn.

Jóhan Hendrik hevur lagt sær eina við at savna føroysk orð, sum vóru um at fara í gloymsku, og fleiri dømi eru um, at hann fekk kveikt nýtt lív í gomul orð og givið teimum nýggjan týdning aftrat tí gamla til at nýta í staðin fyri tey útlendsku ensku og donsku orðini, sum komu inn í føroyskt. Eitt dømi um hetta er orðið ‘kvikil’ í staðin fyri enska orðið ‘pacemaker’. Onnur orð, sum tað hevur eydnast væl at fingið til livandi mál, eru til dømis ‘telda’ fyri ‘computer’ og seinni ‘teldil’ fyri ‘ipad’ og ‘tyrla’ fyri ‘helikopter’. Fleiri dømi kundu verið nevnd um væleydnað orðasmíð, sum hava ríkað málið, men dømi eru eisini um nýggjyrði, sum fólk ikki hava tikið til sín, eitt nú orðið ‘grindil’ fyri strikukotu ella strikumerki til prísmerking á vørum.  Jóhan Hendrik hevur skemtiliga greitt frá, at hann, einaferð hann var til handils í Havn, spurdi gentuna, sum sat við handilskassan, um tey søgdu grindil fyri strikukotuna, og at hon tá svaraði honum, at tað mundi vera okkurt býtt á Fróðskaparsetrinum, ið segði so.

Í 1968 heitti Føroya Fróðskaparfelag á Jóhan Hendrik W. Poulsen um at fara undir eykabind til Føroysku-donsku orðabókina eftir M. A. Jacobsen og Christian Matras, og hetta eykabindið gav Fróðskaparfelagið út í 1974. Men Jóhan Hendrik hevði eitt stórt ynski og dreym um at fáa í lag eina føroyska orðabók við orðafrágeiðingum á føroyskum, eina føroyska einmálsorðabók.  Hetta ynski fekk hann uppfylt, og dreymurin gjørdist veruleiki, tá ið Føroya Fróðskaparfelag í 1998 gav út Føroysk orðabók, ið var tilevnað úr stóra orðasavninum á Føroyamálsdeildini og við tilmælum frá málkønum fólki av einari ritsjórn við fimm fólkum, har Jóhan Hendrik var aðalritstjóri.

Í 2004 gav forlagið Fróðskapur út greinasavn eftir Jóhan Hendrik W. Poulsen í sambandi við sjeyti ára føðingardag hansara við bókarheitinum Mál í mæti, og í 2009 gav forlagið Sprotin út í  bók orðabókarsendingarnar, sum Jóhan Hendrik W. Poulsen hevði í Útvarpi Føroya 1969-1993. Bókin er heiðursrit í sambandi við 75 ára føðingardag hansara og ber heitið Orðabókin.  Fyri Føroyamálsdeildina hevur Anfinnur Johansen ritstjórnað hesar báðar bøkurnar, ið meir enn nakað annað lýsa virði av tí fjøltáttaða málsliga arbeiðinum hjá Jóhan Hendriki W. Poulsen.

Saman við starvsfeløgum á Fróðskaparsetri Føroya hevur Jóhan Hendrik verið við til at leggja lunnar undir hægri undirvísing í Føroyum og nørt um vísindaliga málsliga gransking, sum hevur ment seg, so at lestur og gransking á Føroyamálsdeildini nú er javnsett við fróðskaparseturslestur og -gransking í øðrum londum, einamest í hinum Norðurlondunum. 

Føroyamálsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya heilsar Jóhan Hendriki W. Poulsen á áttati ára føðingardegnum við øllum góðynskjum. Hjartaliga til lukku.

Starvsfólkið á Føroyamálsdeildini