University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Jóhannis Danielsen Havstovan vinnur snarrøðukappingina 2022 klipt.png

Dagmar Joensen-Næs frá Granskingarráðnum ynskir granskaranum frá Havstovuni til lukku við bestu snarrøðuni (Foto: Brynhild Thomsen)

Brynhild Thomsen
26.09.2022
Setrið

Jóhannis Danielsen á Havstovuni helt bestu snarrøðuna

Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann snarrøðukappingina á Vísindavøkuni, sum var í Løkshøll í Runavík

- Eg ætlaði at skriva eitt styttri bræv, men tað hevði eg ikki stundir til.

Hetta skrivaði franski filosoffurin og matematikarin Blaise Pascal einaferð, og hann hevði rætt. At orða seg stutt og greitt krevur meira, enn ein ofta gevur sær far um.

Men hetta var uppgávan hjá granskarum á ársins Vísindavøku í Løkshøll í kappingini um bestu snarrøðuna.

Tey fingu 150 sekund at leggja sína gransking fram.

Og at enda fall dómurin: Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði og granskari á Havstovuni, vann fyri bestu snarrøðuna, har hann í 150 sekund røddi um havhest, sum reiðrast í Føroyum.

Í dómsnevndini sótu Katrin Apol, Marnar Fríðheim Kristiansen og Dagmar Joensen-Næs, og tey mettu, at snarrøðan hjá Jóhannisi var áhugaverd og skemtilig við ymsum fakta, sum kveikti forvitnið hjá áhoyrarunum.

Vit ynskja Jóhannisi Danielsen hjartaliga til lukku.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving