Jóhannus Kristmundsson framfluttur til lektara
Jóhannus Kristmundsson er framfluttur til starv sum lektari í verkfrøði á Náttúruvísindadeildini
Jóhannus hevur verið í starvi sum adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya síðan 2022. Hann er útbúgvin verkfrøðingur frá Aalborg Universiteti í 2018 og hevur ph.d.-prógv í teldufrøði og havverkfrøði frá Fróðskaparsetri Føroya.
Síðani 2022 hevur hann verið adjunktur á Náttúruvísindadeildini á Setrinum.
Síðan hann kom á Setrið, hevur hann undirvíst í fleiri fakum í KT og verkfrøði, og somnuleiðis hevur hann havt ábyrgdina av fleiri bachelor- og masterskeiðum.
Í desember 2025 varð hann tilnevndur útbúgvingarleiðari í maskinfrøði og el-verkfrøði á Setrinum.
Jóhannus hevur haraftrat verið sera virkin á umsitingarliga økinum. Hann hevur millum annað verið formaður í Ph.d.-ráðnum frá 2022 til 2024, í KT-nevndini á Setrinum og formaður fyri Verkfrøðingafelag Føroya frá 2026.
Tá vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til lektara ella professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd við útlendskum granskarum. Vanliga er føroyskt umboð eisini partur av metingarnevndini.
Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran út frá ymiskum atlitum:
Vísindaligum útgávum
Undirvísing og vegleiðing
Miðlan av gransking
Fyrisitingarligum royndum
Metingarnevndin vísti á serligu styrkirnar hjá Jóhannusi, tá tað ræður um gransking, undirvísing og akademiskt virksemi.
Hansara vísindaliga arbeiði fevnir um hav, luft og umhvørvi. Hann hevur eisini víst, at hann er førur fyri at fáa uttanhýsis stuðul til gransking og at byggja upp eitt sjálvstøðugt granskingarumhvørvi.
Limirnir í metingarnevndini vóru samdir um, at akademisku og starvsligu avrikini luku allar akademiskar treytir og mæltu til, at Jóhannus Kristmundsson verður framfluttur til lektara í verkfrøði á Fróðskaparsetri Føroya.
Í metingarnevndini sótu Hans Pauli Joensen, lektari emeritus, Fróðskaparsetur Føroya, Bogi Bech Jensen, adjungeraður professari í orkuverkfrøði, Fróðskaparsetur Føroya og Lars Dittmann, professari á Tekniska Universitetinum í Danmark (DTU).
Vit á Setrinum ynskja Jóhannusi hjartaliga til lukku við framflytingini!