University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
radio.jpg
20.12.2018
Føroyamálsdeildin

Jólaheilsanir úr Keypmannahavn 1956

Í Bandasavninum á Føroyamálsdeildini hava vit funnið fram tvey jólalig bond frá 1956 við jólahugleiðing og jólaheilsanum úr Keypmannahavn til Føroya.

Í okkara skráseting stendur, at tað er Petur Reinert, ið er vertur og m.a. ger viðtal við Heina S. Heinesenum siðin at senda jólaheilsanir, men vit ivast í, um hetta er beint – kanska onkur lurtari fær hjálpt okkum við at staðfesta, hvønn talan er um?

Og hvørjar munnu Malena og Petrina vera, sum eru so fegnar um at hava fingið “skerpilær” til jóla og senda kvøðu til “Maggu mostur og øll á Veðranesi” og fleiri onnur við?

Prátið um nær jólaheilsanir vórðu sendar á fyrsta sinni og hugleiðingar um, hvørt hesum siði man fara at vera lív lagað, nú telefonin er vorðin alt meira útbreidd, er stuttligt at hoyra í dag – Heini metir, at siðurin fer at halda fram nakað aftrat, og vit kunnu, nú 62 ár eru liðin, staðfesta, at hann hevði grein í sínum máli. Hóast telefonsambandið til Bíggjar er bøtt munandi síðani ein bert fekk sagt “góðan dag”, áðrenn tað breyt av, so tykjast føroyingar enn sum áður at leggja dent á, at heilsanir skulu sendast “við hjartanum”, og at tað ikki ger verri, um fólk eru eitt sindur rørd, tá tey venda sær til síni kæru heima.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum