University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kalbaksfjørður í altjóða vísindatíðarriti
Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
16.12.2010
Náttúruvísindadeildin

Kalbaksfjørður í altjóða vísindatíðarriti

Greinin 'Environmental effects on phytoplankton production in a Northeast Atlantic fjord, Faroe Islands' er almannakunngjørd í Journal of Plankton Research.


Í vísindatíðarritinum ’Journal of Plankton Research’ er grein um gróðurin á Kalbaksfirði, ið Eilif Gaard og Gunnvør á Norði á Havstovuni og Knud Simonsen á Náttúruvísindadeildina hava skrivað.

Í greinini verður víst, at Kalbaksfjørður, og helst eisini aðrir firðir í Føroyum, hava eina sera høga framleiðslu av plantuæti í mun til firðir í Íslandi, Vesturskotlandi og Noregi. Framleiðslan í føroysku firðunum er 2-3 ferðir hægri enn í grannalondunum. Hetta er helst tí at førtoysku firðirnir sum heild eru styttri enn í grannalondunum, hava góða útskifting av sjógvi og at vit javnan eru vælsignaði við óstøðugum veðri.

Fyritreytir fyri gróður í sjónum eru, at ljós og tøðevnir eru til staðar. Í flestu firðum ger áarvatnið eitt lag í ovastu metrunum, ið liggur sum eitt lok omaná tyngra sjógvin í neðra við bert lítlari blanding ímillum løgini. Tá hetta hendir, er tað rættuliga skjótt at gróðurin brúkar upp øll tøðevnini í ovasta laginum, og søkir tí niðureftir ímóti tyngra sjónum, har fleiri tøðevni eru. Har niðri er minni ljós, og úrslitið er at gróðurin verður avmarkaður.

Í greinini verður víst, at takka verið góðari útskifting og skiftandi veðrinum í Føroyum, rekur nógvur sjógvur við tøðevnum inn í firðirnar. Tá vit hava ófantaligt veður, verður sjógvurin blandaður, soleiðis at tøðevnini í djúparu pørtunum av firðunum verða til gagns hjá gróðurinum. Hetta ger so eisini, at gróðurin er sera skiftandi ígjøgnum eitt summar.

Greinin byggir á mátingar, sum Gunnvør á Norði hevur framt í 2006 og 2007 og á árligu fjarðakanningarnar við rannsóknarskipinum Magnus Heinasson. Mátingarnar og greinin er partur av PhD-ritgerða arbeiðinum hjá Gunnvør

Kanningin er stuðlað fíggjarliga av Statoil Faroes, Cheveron, Granskingarráðnum, P/F Fiskaaling og Geysir Petroleum. Alifelagið P/F Týggjará hevur veitt hjálp við arbeiði á Kaldbaksfirði.

Avrit av greinini fæst umvegis heimasíðuni hjá Journal of Plankton Research (krevur hald) ella við at venda sær til ein av rithøvundunum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast