Knud Simonsen, Náttúruvísindadeildin
16.12.2010
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kalbaksfjørður í altjóða vísindatíðarriti

Greinin 'Environmental effects on phytoplankton production in a Northeast Atlantic fjord, Faroe Islands' er almannakunngjørd í Journal of Plankton Research.


Í vísindatíðarritinum ’Journal of Plankton Research’ er grein um gróðurin á Kalbaksfirði, ið Eilif Gaard og Gunnvør á Norði á Havstovuni og Knud Simonsen á Náttúruvísindadeildina hava skrivað.

 

Í greinini verður víst, at Kalbaksfjørður, og helst eisini aðrir firðir í Føroyum, hava eina sera høga framleiðslu av plantuæti í mun til firðir í Íslandi, Vesturskotlandi og Noregi. Framleiðslan í føroysku firðunum er 2-3 ferðir hægri enn í grannalondunum. Hetta er helst tí at førtoysku firðirnir sum heild eru styttri enn í grannalondunum, hava góða útskifting av sjógvi og  at vit javnan eru vælsignaði við óstøðugum  veðri.

 

Fyritreytir fyri gróður í sjónum eru, at ljós og tøðevnir eru til staðar. Í flestu firðum ger áarvatnið eitt lag í ovastu metrunum, ið liggur sum eitt lok omaná tyngra sjógvin í neðra við bert lítlari blanding ímillum løgini. Tá hetta hendir, er tað rættuliga skjótt at gróðurin brúkar upp øll tøðevnini í ovasta laginum, og søkir tí niðureftir ímóti tyngra sjónum, har fleiri tøðevni eru. Har niðri er minni ljós, og úrslitið er at gróðurin verður avmarkaður.

 

Í greinini verður víst, at takka verið góðari útskifting og skiftandi veðrinum í Føroyum, rekur nógvur sjógvur við tøðevnum  inn í firðirnar. Tá vit hava ófantaligt veður, verður sjógvurin  blandaður, soleiðis at tøðevnini í djúparu pørtunum av firðunum verða til gagns hjá gróðurinum. Hetta ger so eisini, at gróðurin er sera skiftandi ígjøgnum eitt summar.

 

Greinin byggir á mátingar, sum Gunnvør á Norði hevur framt í 2006 og 2007 og á árligu fjarðakanningarnar við rannsóknarskipinum Magnus Heinasson. Mátingarnar og greinin er partur av PhD-ritgerða arbeiðinum hjá Gunnvør

 

Kanningin er stuðlað fíggjarliga av Statoil Faroes, Cheveron, Granskingarráðnum, P/F Fiskaaling og Geysir Petroleum. Alifelagið P/F Týggjará hevur veitt hjálp við arbeiði á Kaldbaksfirði.

 

Avrit av greinini fæst umvegis heimasíðuni hjá Journal of Plankton Research (krevur hald) ella við at venda sær til ein av rithøvundunum.