(Foto: Norgen.org)
Brynhild Thomsen
16.03.2022
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Kalpana og David ráðgeva um migratión

Føroyar hava nú tvey serfrøðingaumboð í nýggjum bólki, sum skal veita Norðurlendska Ráðharraráðnum ráð í spurningum um integratión av flóttafólki og tilflytarum

Í gjár fekk norðurlendska samstarvið nýggjan ráðgevarabólk við integratiónsserfrøðingum, sum skal vegleiða Norðurlendska Ráðharraráðið um migratión. Bólkurin hevur fingið heitið Nordisk Migrant Ekspert Forum. Limirnir í bólkinum skulu vegleiða út frá fakligu førleikum sínum, umframt sínum egnu royndum við integratión í Norðurlondum.

Endamálið er at byggja brýr millum tørvirnar hjá flóttafólki og tilflytarum øðrumegin og átøkini hjá myndugleikum hinumegin.

Í bólkinum eru 16 limir, sum hava tað til felags, at teir eru føddir uttan fyri Norðurlond og eru fluttir til eitt av londunum. Eisini hava limirnir serfrøðingavitan á økjum, sum eru viðkomandi fyri at integrera flóttafólk og tilflytarar.

Norski arbeiðs- og inkluderingarmálaráðharrin, Marte Mjøs Persen, er hevur góðar vónir um, at nýggja átakið fer at styrkja um integratiónina í Norðurlondum.

- Við Nordisk Migrant Ekspert Forum fáa norðurlendsku myndugleikarnir og samstarvsfeløgini ein bólk at venda sær til fyri at fáa metingar og ráð. Tað er týdningarmikið fyri myndugleikarnar at samskifta við serfrøðingar, sum hava tætt tilknýti til teir borgarar, sum integratiónsátøkini eru til fyri. Hetta styrkir okkara vitanargrundarlag og er eitt íkast til norðurlendska samstarvið um integratión, sigur hon við heimasíðuna norgen.org.

Føroysku limirnir í Nordisk Migrant Ekspert Forum eru Kalpana Vijayavarathan, adjunktur á Námsvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum, og David Im, sum samskipar integratión í Føroyum fyri Útlendingastovuna.

Lesið meira her.