University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Framsíða
Ólavur Ellefsen, stýrisformaður fyri Fróðskaparsetur Føroya
10.04.2026
Setrið

Kampus - ein strategisk íløga í framtíð Føroya

Eitt kampus til universitetið í Føroyum er so nógv meira enn bygningar.

Tað er ein greið politisk og samfelagslig fráboðan um, at vit velja vitan, dirvi og nýmenning sum grundarlag undir framtíð okkara í Føroyum.

Við at savna útbúgving, gransking og nýskapan í sterkum og nútímans karmum skapa vit eitt umhvørvi, har hugskot spretta, samstarv blómar og nýggjar loysnir taka skap og festa rót.

Her møtast lesandi, granskarar og vinnulív – og her verður framtíðin ment.

Íløgur í hægri útbúgving og gransking eru ikki ein útreiðsla, men ein skilagóð og langtíðarhaldfør strategi fyri at styrkja búskapin, fremja nýskapan og tryggja, at fleiri ung velja at skapa sítt lív og síni virði í Føroyum.

Sí kunnandi faldaran um kampusverkætlanina her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving