University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-08-30 at 14-03-51 Kampus Her er vinnarauppskotið.png
12.02.2026
Setrið

Kampus: Felagsbygningurin liðugt projekteraður

Arbeiðið at gera felagsbygningin í kampusverkætlanini verður nú boðið út

Hjartað í universitetsbýlinginum, felagsbygningurin, verður nú boðið út.

Innslag var í útvarpstíðindunum hjá KVF í gjár, har Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen North Atlantic greiddi frá, nú tey eru liðug at projektera bygningin.

Tá útboðið er av, og innkomnu tilboðini viðgjørd, verður verklagslóg gjørd og løgd fyri løgtingið at taka støðu til. 

Í innslagnum varð sagt, at um løgtingið samtykkir verklagslógina fyri summarfrítíðina, kann arbeiðið byrja beinanvegin, og mett verður so,  at bygningurin kann takast í nýtslu á heysti í 2030.

Hoyrið innslagið her.

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving