University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kanadisk MA-ritgerð um føroyskan tónleik
28.02.2013
Føroyamálsdeildin

Kanadisk MA-ritgerð um føroyskan tónleik

Kanadamaðurin Joshua Green hevur lokið MA-prógv við ritgerð um føroyskan tónleik


Tungumálið og tónleikurin hugtóku
Joshua Green hevur tikið útbúgving sína á mannfrøðideildini á University of Alberta, Kanada. Í 2003 gjørdist hann, tá 17 ára gamal, varugur við fløguna hjá Týr “Eric the red” og gjørdist hugtikin av bæði sangunum, málinum og mátanum sum tónleikararnir endurnýttu siðbundið tilfar.

Tók málskeið á Fróðskaparsetrinum
Tá ið hann seinni fór at lesa mannfrøði við serligum denti á siðbundna sangmentan, fekk hann hug at koma til Føroya at seta seg nærri inn í føroyskan tónleik. Í 2011 kom hann higar og var á summarskeiði í føroyskum fyri útlendskar studentar á Føroyamálsdeildini. Tá nýtti hann eisini høvið at hitta føroyskar tónleikarar og onnur í føroyska tónleikaheiminum.

“Royndirnar av tónleikaskapan í Føroyum og at gera metal føroyskt”
Heystið 2012 læt Joshua inn MA-ritgerðina “The Experience of Music-making in the Faroes and Making Metal Faroese”, sum er 278 síður long og viðger føroyskan tónleik, tónleikaskapan og -umhvørvi.

Forsíða og abstrakt av ritgerðini

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum