Noomi O. Gregersen frá Fargen og Jónrit Halling frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum (Foto: kvf.fo)
15.06.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kanna sambandið millum ílegur og heilivág

Granskarar fara nú undir at kanna, hví sami heiliovágur ávirkar fólk so ymiskt

Í løtuni kanna granskarar á Fargen, um til ber at siga, hvussu heilivágur ávirkar tann einstaka við at brúka ílegurnar hjá fólki.

Tað er rættiliga misjavnt, hvussu sami heilivágur ávirkar fólk, men hví riggar onkur heilivágur væl hjá einum og so illa hjá einum øðrum?

Eini 1500 føroyingar, sum eru partur av FarGen-verkætlanini, hava í hesum døgum fingið í boði at vera við í kanning, har sambandið millum ílegur og heilivág verður lagt undir granskaraluppin.

Tað eru Ílegusavnið, Landssjúkrahúsið og Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetri Føroya, sum samstarva um hesa verkætlanina.

Noomi O. Gregersen, ph.d. og verkætlanarleiðari fyri FarGen, og Jónrit Halling, ph.d. frá Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetrinum greiddu frá verkætlanini í morgunsendingini hjá Kringvarpi Føroya.

Hoyrið samrøðuna her.