27.11.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kanningin av føroyskum rottum

Føroyskar rottur eru ikki fongdar við bakteriuni Leptospira interrogans, og so at siga bara loppur og lýs liva sum parasittar í skinninum á rottunum. Hetta vísa fyribils úrslit av kanningini av føroyskum rottum, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt.


Í 2012 fór Fróðskaparsetrið, saman við øðrum, undir eina kanning av føroyskum rottum. Fyrsta stigið var at savna rottur kring landið. Heitt varð á fólk, sum høvdu fingið fatur á rottum, deyðum sum livandi, um at seta seg í samband við Náttúruvísindadeildina á Fróðskaparsetrinum, sum so kundi fáa rotturnar til kanningina.

Rotturnar skuldu nýtast til kanningar, sum skuldu staðfesta, um ein ávís bakteria er at finna í føroyskum rottunum. Eisini skuldi kannast, hvørjir parasittar liva á rottunum, eins og DNA-kanningar skuldu gerast, fyri at vita, hvaðani føroyska rottan hevur sín uppruna, og um tað er genetiskur munur millum rotturnar ymsastaðni í Føroyum.

INNSAVNINGIN
Rottur hava nú verið savnaðar í skjótt trý ár, og tað er eydnast mær at fáa fatur á tilsamans 92 rottum, sum eru fingnar frá fólki í 13 bygdum og býum kring landið.

BAKTERIUKANNINGIN
Tey fyrsti úrslitini eru nú við at vera klár. Í november mánað í 2013 vórðu prøvar frá teimum fyrstu 61 rottunum sendar til Danmarkar, har kannast skuldi, í hvønn mun føroyskar rottur eru fongdar við bakteriuni Leptospira interrogans. Hetta er ein bakteria, sum kann elva til sjúkuna leptospirosa, sum bæði fólk og dýr kunnu fáa.

Kanningarnar vístu, at ongar av teimum 61 rottunum høvdu bakteriuna í sær. Hildið var tó, at talið av kannaðum rottum var heldur lítið, og 4. november í ár vóru tí prøvar frá 34 rottum afturat sendir til Danmarkar til kanningar. Úrslitið av hesum kanningunum verður væntandi tøkt í endanum av hesum árinum.

Tá endaliga úrslitið fyriliggur, verður farið undir at skriva eina vísindaliga grein um kanningina. Eitt fyribils heitið á greinini er:
 “Apparent absence of Leptospira interrrogans infection in Rattus norvegicus in the cool Atlantic climate of the Faroese Islands.”

PARASITTKANNINGIN
Kanningar eru eisini gjørdar av parasittum, sum liva uttan á rottunum. Vit funnu tilsamans 71 loppur og 2 lýs, sum síðani eru greinaðar sundur í ymisk sløg. Vit, Jens-Kjeld Jensen og Eyðfinn Magnussen, eru nú í holt við at skriva eina vísindaliga grein um hesi úrslitini. Greinin hevur fyribils fingið heitið:

Fleas (Siphonaptera) and lice (Phthiraptera) on Faroese rats (Rattus norvegicus)

DNA-KANNINGARNAR
Ætlanin er eisini at gera DNA-kanningar av rottunum, fyri at vita hvaðani føroyska rottan hevur sín uppruna, og um tað er genetiskur munur millum rotturnar í teimum ymisku føroysku bygdunum. Hesar kanningarnar eru tó ikki byrjaðar enn, men vit hava nú 92 DNA-prøvar, ið bíða í frystiboksuni, og sum vónandi fara at avdúka upprunan hjá føroysku rottuni. Vónandi gongur tað ikki alt ov long tíð, til hesar kanningarnar verða gjørdar.

ÁHUGAÐI Í FLEIRI ROTTUM
Vit eru framvegis áhugaðir í at fáa fatur á fleiri rottum, til kanningarnar.

So hevur tú fingið eina rottu:

  • Koyra rottuna í ein plastikkposa.
  • Skriva á ein seðil nær og í hvørjari bygd rottan er fingin. Um talan er um bygt øki, skriva so eisini gøtunavn og nummar á seðilin.
  • Legg seðilin í plastikkposan. Bind væl fyri, og legg posan í frystaran.


So kann eg fáa rotturnar, tá høvið býðst.

Ert tú við uppá hetta, ella er tað okkurt, sum tú er í iva um, so skrivað ella ring til:

           Eyðfinn Magnussen
           Teldupost:    eydfinnm@setur.fo
           Fartelefon:    265 831
           Náttúruvísindadeildin
           Náatún 3 FO-100
           Tórshavn


GREIN UM VERKÆTLANINA
Tey, sum vilja vita meira um rottu-verkætlanina, ið Fróðskaparsetrið er í holt við, kunna lesa greinina:

      'Kanna føroyskar rottur',  sum stóð á heimasíðuni hjá Setrinum 15. desember 2011.

Annað tilfar um verkætlanina er:

Les eisini: