University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
bárður-joensen.png
17.11.2021
Setrið Náttúruvísindadeildin

Kappingarfør alduorka

Nýggj vísindalig grein um alduorku í Føroyum er útkomin

Bárður Joensen, ph.d.-lesandi, hevur saman við Bárði A. Niclasen, ph.d. og lektara á Náttúruvísindadeildini á Setrinum, og Harry B. Bingham, professara á DTU, útgivið nýggja vísindaliga grein um alduorku í Føroyum.

Í greinini, sum eitur ”Wave power assessment in Faroese waters using an oceanic to nearshore scale spectrum wave model”, leggja høvundarnir fram, at avbyrgd elnet á ábærum økjum, sum til dømis okkara í Føroyum, væntandi verða tey fyrstu, sum kunnu nýta alduorku á búskaparliga kappingarføran hátt.

Við nýggjastu tøknini á økinum – tí sonevndu Spectral wave model MIKE 21 SW – verða alduviðurskiftini kring Føroyar kortløgd til tess at meta um møguleikarnar fyri alduorkuframleiðslu.

Mátingarnar vísa, at mesta aldan kemur vestan- og sunnaneftir, meðan nakað av aldu kemur norðaneftir. Alda úr øðrum ættum er lítil og sjáldsom. Í miðal er alduorkan sostatt væl størri á útsynningsleiðini enn eystanfyri. Størsta aldan vestanfyri liggur um 12-14 m., norðanfyri er hon 9-13 m. og eystanfyri 8-9 m.

Høvundarnir staðfesta, at sambært teirra kanning kann myndilin, teir hava nýtt, veita álítandi hagtøl um alduviðurskifti í viðkomandi økjum kring Føroyar.

Hesar dátur eru týdningarmikil liður í grundleggjandi arbeiðinum við sniðgávu av alduorkuskipan og umlegging til 100 prosent varandi orku í Føroyum.

Greinin kann lesast her.

Kelda: Gransking.fo

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving