University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kári á Rógvi eksternur lektari á KU
21.12.2012
Søgu- og samfelagsdeildin

Kári á Rógvi eksternur lektari á KU

Kári á Rógvi gjørdist miðskeiðis í jólamánaðinum uttanhýsis lektaravikarur á Københavns Universitet, Juridisk Fakultet.


Talan er um endurnýggjan av fyribils skipan, hvareftir lesandi á KU kunnu fáa vegleiðing at skriva serritgerð um føroysk viðurskifti.

Setanin er endurnýggja og økt, so ætlandi verður enn meira gjørt við samstarvið komandi tíðina.

Fleiri føroyingar niðri hava biðið um at skriva spesiali, hava skrivað ella ætla at skriva specialekontrakt, har Kári verður vegleiðari.

Men harumframt er nú latið upp fyri undirvísing ella gransking í Kjøbinhavn í samstarvi millum stovnana.

Vit vóna eisini, at danir og onnur lesandi á KU fáa eyga á, at sera nógv er at skriva um í føroyska løgdøminum. Viðurskiftini eru meiri óskipaði her hjá okkum, og tað gevur nógvar spennandi akademiskar avbjóðingar.

Ætlandi verður føroyska master í lóg skipað frá heystinum 2013, og tá er gott samstarv ið ‘Alma Mater okkara’ KU avgerandi, eittnú at granskarar koma heim av KU at undirvísa í summum fakum.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025