Karin Habermehl-Cwirzen er sera virkin granskari á Fróðskaparsetri Føroya
Karin Habermehl-Cwirzen tilnevnd professari á Setrinum
Karin Habermehl-Cwirzen er nú tilnevnd professari í náttúruvísindum á Fróðskaparsetri Føroya
Karin, sum er 56 ára gomul og ættað úr Svøríki og Týsklandi, hevur seinastu trý árini arbeitt á Fróðskaparsetri Føroya. Hon byrjaði sum lektari í august 2023, og arbeiðir í løtuni sum granskingarleiðari á Náttúruvísindadeildini og útbúgvingarleiðari í Verkfrøði.
Karin er útbúgvin Dipl.-Ing., Materials Science, á Tekniska Universitetinum Darmstadt í Týsklandi í 1999. Í 2006 gjørdist hon Dr. Tech. Physics á Tekniska Universitetinum í Helsinki, sum nú eitur Aalto (Doctor of Science in Technology, Physics). Hon hevur fleiri enn 20 ára royndir frá leiðandi europeiskum universitetum og hevur miðvíst ment ein sjálvstøðugan granskingarprofil við serligum denti á gransking í burðardyggum og endurnýtslubyggitilfari.
- Eg fegnist um at Fróðskaparsetrið hevur fingið ein kvinnuligan professara í verkfrøði. Karin hevur verið eitt sera virkið vísindafólk á Setrinum tey seinastu trý árini, og hon hevur fingið væl av uttanhýsis fígging til vega til sítt granskingarvirksemi, sigur Martin Tvede Zachariasen, rektari.
Virðismiklar granskingarroyndir
Karin Habermehl-Cwirzen er ein virkin granskari, og hon hevur útgivið 48 vísindaligar greinar í altjóða javnlíkamettum vísindaligum tíðarritum. Nakrar av hesum greinunum eru veruliga nýskapandi og hava verið við til at flyta granskingarøkið fram á leið.
Karin hevur verið uttanhýsis metari í sambandi við starvssetanir og akademiskar framflytingar á altjóða universitetum, og hevur harumframt skipað fyri og verið virkin í sambandi við altjóða vísindaligar ráðstevnur. Hon hevur eisini havt fimm granskingaruppihald á universitetum á fýra ymiskum kontinentum. Hetta vísir, at hon er virkin og virðismettur partur av altjóða granskingarsamfelagnum.
Altjóða samstarv og granskingarvirksemi hennara hava givið henni eitt víðfevnt netverk millum universitet og granskingarstovnar í Evropa og aðrastaðni í heiminum. Síðan hon byrjaði á Fróðskaparsetri Føroya, hevur hon havt ein týðandi leiklut í at byggja upp og menna granskingar- og starvsstovuundirstøðukervið fyri tilfarsgransking í Føroyum.
Professarametingin
Karin Habermehl Cwirzen er nú professaramett sambært reglugerð fyri professarastørv á Fróðskaparsetri Føroya.
Tá ið vísindastarvsfólk á Fróðskaparsetri Føroya verða framflutt til professara, skal ein umsókn sendast eini uttanhýsis metingarnevnd. Uppgávan hjá metingarnevndini er at meta um umsøkjaran, grundað á vísindarligar útgávur, undirvísing og vegleiðing, miðling av gransking, fyrisitingarligar royndir og ætlanir fyri komandi gransking.
Tríggir óheftir professarar frá útlendskum universitetum hava mett um førleikar hennara, og eru teir ivaleysir í síni niðurstøðu: Karin Habermehl-Cwirzen er við síni framúrskarandi gransking, undirvísingar og leiðsluroyndum sera væl skikkað til professarastarv í náttúruvísindum.
Í metingarnevndini vóru:
• Claus Leth Bak, Professari á Aalborg Universiteti (forfólk)
• Lisbeth Ottsen, Professari á Danmarks Tekniske Universiteti
• Erik Schlangen, Professari á Delft University of Technology í Niðurlondum
Nú Karin verður tilnevnd professari í náttúruvísindum á Fróðskaparsetri Føroya, fer hon – sum siður er - at halda almennan professarafyrilestur. Lýst verður nærri á www.setur.fo, nær fyrilesturin verður.
Vit á Setrinum ynskja Karini Habermehl-Cwirzen hjartaliga til lukku við professoratinum!
Sí vísindaliga vangan hjá Karini HER
Lesið eisini samrøðu við Karina í greinini "The Faroe Islands – The Future of Eco-Friendly Construction?" HER