University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Karin Jóhanna fingið ph.d.-heitið
10.09.2016
Søgu- og samfelagsdeildin

Karin Jóhanna fingið ph.d.-heitið

Hetta er triðja ph.d.-heitið á Setrinum í ár


Seinnapartin í dag vardi Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen ph.d.-ritgerð sína 'Fending for Yourself - Women’s migration between the Faroe Islands and Denmark' – um konur, ið mugu flyta av landinum fyri at fáa umstøður at klára seg sjálvar.

Verjan byrjaði klokkan 13, og reiðiliga tríggjar tímar seinni kundi Bo Elling, ið stóð fyri verjuni, boða Karin Jóhonnu og áhoyrarunum frá, at metingarnevndin var komin til ta niðurstøðu, at verjan var viðurkend. Sostatt kundi Sigurð í Jákupsstovu, rektari, handa Karin Jóhonnu skjalið, ið staðfestir, at hon er ph.d.

Eftir at Karin Jóhanna hevði havt sína framløgu, komu teir tríggir andmælingar hvør eftir annan við sínum viðmerkingum og spurningum. Yvirhøvur høvdu teir rósandi orð og hildu, at talan var um eina áhugaverda ritgerð um eitt sera viðkomandi evni.

Andmælingarnir høvdu tó eisini kritiskar spurningar og Karin Jóhanna fekk seg roynda. Tá ið andmælingarnir komu aftur úr einrúmi staðfesti Kristine Juul, at metingarnevndin var komin til ta niðurstøðu, at ph.d.-kandidaturin hevði skrivað eina so góða ritgerð og hevði svarað so væl fyri seg, at hon átti á fáa ph.d.-heitið.

Karin Jóhanna Leitisstein Knudsen er triðja starvsfólki á Setrinum sum ár fær ph.d.-heiti. Undan henni hva verið Gro Gade Haanes og Hans Andrias Sølvará.



Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum