University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

Karin Habermehl-Cwirzen er lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya (Foto: FTMC)

04.12.2025
Setrið Náttúruvísindadeildin

Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

Karin Habermehl-Cwirzen, sum er lektari á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya, var ein av høvuðsrøðarunum á stóru vísindaráðstevnuni EcoBalt 2025, sum varð hildin í Vilnius í Litava

Á ráðstevnuni, sum varð hildin frá 8. til 10. oktober, vóru granskarar og fakfólk úr Norður- og Eystureuropa, sum arbeiða við burðardygd, umhvørvisvísindum og grønum byggitilfari.

EcoBalt er ein altjóða ráðstevna, sum verður tikin í stórum álvara á hesum økinum, so ynskið teirra at fáa Karina Habermehl-Cwirzen at halda ein av høvuðsfyrilestrunum ber boð um tann vaksandi týdningin, sum granskingin í burðardyggum tilfari á Fróðskaparsetri Føroya hevur. 

Sum lektari á Náttúruvísindadeildini greiddi hon í fyrilestrinum frá nýggjastu granskingarúrslitum sínum. 

Tey snúgva seg um føroyskt basalt sum byggitilfar og um møguleikarnar at endurvinna føroyskt byggitilfar, eitt nú gamalt betongtilfar.

Í fyrilestrinum legði hon dent á, hvussu høgorku-maling (high-energy ball milling) kann gera basalt og endurvunnið betong virkið, so at tey kunnu nýtast aftur sum bindievni í nýggjum betongi.

Lesið samrøðu við Karin á heimasíðuni hjá Center for Physical Sciences and Technology her.

Lesið meira um vísindaliga virksemið hjá Karini her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Seturskrivstovan Í Kava 2 Rannvá Í Króki (1)

    Setrið ynskir øllum eini gleðilig jól og eitt gott nýggjár

  2. Screenshot 2025 12 18 At 16 51 51 Ársfrágreiðing 2024 Ráðið Fyri Gransking Menning Og Nýskapan By Granskingarráðið Issuu

    Tilmæli: Tættari samstarv millum Setrið og hinar granskingarstovnarnar

  3. Screenshot 2025 11 24 At 10 23 09 Sjúkrarøktarfrøði Setur

    Játtandi svar til 24 umsøkjarar til sjúkrarøktarfrøði