University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Katrin MA í føroyskum
09.05.2014
Føroyamálsdeildin

Katrin MA í føroyskum

Katrin Jacobsen endaði masterútbúgving sína á Føroyamálsdeildini 8. mai við fyrilestrinum Møður og døtur í ævintýrunum


Katrin tók sær føroysk ævintýr sum granskingarevni, tá hon eftir lokið BA-prógv fór undir MA-útbúgving. MA-ritgerðin hevur heitið Kynjaleiklutir í gandaævintýrum - Serliga við atliti at lutinum hjá gentum.

Katrin byggir ritgerðina á tey ævintýr, sum Jákup Jakobsen savnaði í Føroyum í 1890-árunum og læt prenta í Færøske Folkesagn og Æventyr (1899-1901) og greinar tey eftir altjóða ástøðiligari gransking seinastu áratíggjuni. Katrin fekk próvtalið 11 fyri ritgerðina og uppiborið rós fyri ein góðan fyrilestur, nú hon endaliga kann kalla seg MA.

Vit ynskja Katrini til lukku.






Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

    Komið øll á granskingarfestival!

  2. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  3. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast