06.05.2019
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Kavi og kyn í mars

Frá miðjum mars til miðjan apríl undirvísti Malan Marnersdóttir, professari, á deildini fyri mál, bókmentir og miðlar á Ilisimatusarfik, universitetinum í Nuuk í Grønlandi.

Talan var um eitt evnisskeið fyri bachelorlesandi á triðja ári og kandidatlesandi, og evnið var kyn í føroyskum og grønlendskum bókmentum. Lisnar vóru ástøðiligar greinir eftir Simone de Beauvoir, Elaine Showalter og Judith Butler, R. Connell, Pierre Bourdieu og Firouz Gaïni. Skaldsligu verkini vóru eftir Jørgen-Frantz Jacobsen, Jóanes Nielsen, Oddvør Johansen, Katrina Ottarsdóttur, Steintór Rasmussen, Niels Lynge, Otto Stenholdt og Niviaq Korneliussen. Øll skaldsligu verkini vóru lisin í danskari týðing eins og undirvísingin fór fram á donskum.

Danskt er nógv meira at hoyra í Grønlandi enn í Føroyum, ikki bara í býnum, men eisini á Ilisimatusarfik, har tey ikki enn hava nóg nógv útbúgvið fólk at taka sær av útbúgvingunum. Umframt grønlendingar og danir eru eisini fólk úr Svøríki, Týsklandi og Føroyum í starvi á grønlendska universitetinum. Útlendingarnir hava í boði at læra seg grønlendskt á skeiði, sum stovnurin skipar fyri. Eins og Malan eru javnan fólk frá universitetum í granna­londunum og undirvísa styttri tíðarskeið á Ilisimatusarfik. Malan hevur verið ein av teimum síðani 1995.

Nuuk kommuna gagnnýtti tann nógva kavan og kuldan í mars til at skipa fyri kava-standmyndakapping á havnarlagnum. Økið læt upp ein hósdag og sunnudag seinnapart vóru vinnarar valdir í tveimum bólkum alt eftir um myndevnið var naturalistiskt ella abstrakt. Myndirnar eru frá: Sermersooq