19.02.2013
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Kierkegaard-kvøld

Tað eru í ár eru tvey hundrað ár síðan danski heimspekingurin Søren Kierkegaard (1813-55) varð føddur.


Alment fyrilestrakvøld um Kierkegaard verður á Háskúlanum mánakvøldið 25. februar kl. 19.30.

Tað eru í ár eru tvey hundrað ár síðan danski heimspekingurin Søren Kierkegaard (1813-55) varð føddur. Ritverk hansara hevur havt stóra ávirkan heilt upp í okkara tíð.

Á Kierkegaard-kvøldinum á Háskúlanum verða tveir røðarar,  Meinhard Jensen og Theodor E. D. Olsen. 

Meinhard Jensen: “Ein tunga, fleiri røddir”. – Kierkegaard skrivaði undir dulnevnum, ikki fyri at krógva seg, men fyri at vísa á, at hann var í einum ávísum leikluti ella hevði eini ávís ørindi, tá hann tók sær eitt nýtt navn. Meinhard kemur eisini inn á, í hvønn mun vanliga fatanin, at Victor Danielsen var ávirkaður av Kierkegaard, er røtt.

Theodor Olsen: “Kierkegaard – molar av heimspeki: eitt sindur um Kierkegaard sum kristnan hugsara”.

Háskúlin og Fróðskaparsetrið skipa fyri, øll eru vælkomin.