University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Businessman Hand Drawing A Financial Graph (Histogram)
12.07.2024
Setrið Søgu- og samfelagsdeildin

Kom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðarar

Søk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring fyri leiðarar áðrenn umsóknarfreistina, sum er á middegi 5. august

Hetta serstakliga viðkomandi masterskeiðið fyri leiðarar telur 5 ECTS-stig, og fyrsti undirvísingardagur er 23. august, og seinasti undirvísingardagur er 21. september 2024.

Undirvíst verður fríggjadag frá kl.14.00 -17.00 og leygardag frá kl. 9.00 - 14.00 á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncks gøtu 25 í Havn. 

Skeiðið er partur av útbúgvingini, master í Leiðslu og Skipan, og undirvísari er Rógvi Javcobsen. Treyt fyri upptøku er bachelorútbúgving.

Endamálið við hesum skeiðinum er, at tann lesandi ognar sær vitan og skil fyri ástøðum, hugtøkum og háttaløgum, sum verða brúkt í sambandi við búskaparstýring. Eisini skulu tey læra at savna inn og viðgera búskaparligar dátur og at miðla hetta í sambandi við leiðslu í verki.

Tá skeiðið er lokið, skal tann lesandi vera før/ur fyri at samskifta um búskaparstýring á ein fakligan undirbygdan máta til viðkomandi málbólkar; meta um viðkomandi leiðslufrágreiðing og val av fíggjarstýringaramboðum til at røkka ásettum málum; greiða frá, hvussu roknskapur skal lesast og skiljast; greiða frá týðandi búskaparligum hugtøkum, herundir hvussu roknskapurin verður til, ávirkaður og brúktur; seta viðkomandi lyklatøl upp til roknskapargreining; eyðmerkja rák og frávik í roknskapartilfari; og greiða frá og meta um, hvørji fíggjarstýringaramboð og/ella átøk eru hóskandi til at bøta um mannagongdir og botnlinju/búskett. 

Læru- og undirvísingarhættirnir á hesum skeiðinum í búskaparstýring fyri leiðarar eru stuttir fyrilestrar, kjak, venjingar, case-uppgávur, heimauppgávur og sjálvlestur. Eftirsum undirvíst verður fríggjadag seinnapart og leygardag fyrrapart ber væl til at samskipa hetta skeiðið við arbeiðstíðir annars.

Próvtøkan verður munnlig og við fyrireikingartíð. Munnliga próvtøkan varir 25 minuttir. Fyrireikingartíðin er 30 minuttir, og atgongd er til alt tilfar undantikið net og fartelefon.  

Umsóknarfreistin er mánadagin 5. august 2024 á middegi.

Kostnaður er 10.000 krónur.

Umsóknarblað er her.

Lesið meira um skeiðið her.

Til ber eisini at tekna teg til stakskeiðið í Lóg og leiðslu. Les meira um tað her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 06 06 At 16 43 09 Setrið Skal Greina Amerikanskar Ætlanir Í Arktis

    Setrið skal greina amerikanskar ætlanir í Arktis

  2. flagg setur (2).jpg

    Nýtt tilboð: Blív miðnámslærari í tveimum fakum upp á fimm ár

  3. Rektararnir Taka Lógvatak Um Samstarvið Millum Grønland Og Føroyar 05062025

    Formligt samstarv millum føroyska og grønlendska universitetið