13.06.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Kom í Sjólon og hoyr um útbúgvingarmøguleikar

Mikudagin 13. juni 2018 kl. 16 verður skipað fyri kunningartiltaki fyri bachelorútbúgvingarnar lívfrøði, KT-verkfrøði og sjúkrarøktarfrøði og masterútbúgving í heilsuvísindum.


Tiltakið verður í Kongshøll í Sjólon, Vestarubryggju 15, í nýggju hølunum har Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi halda til.

Framløgur verða um hesar útbúgvingarmøguleikar:

  • B.Sc. í havlívfrøði, í mýlalívsvísindum og í vistfrøði
  • B.Sc. í KT-verkfrøði
  • B.Sc. í sjúkrarøktarfrøði
  • M.Sc. í heilsuvísindum

Lesandi luttaka eisini í kunningini og høvi verður at spyrja nærri bæði um sjálvar útbúgvingarnar og útbúgvingarumstøður annars. Tú fært møguleika fyri at vitja venjingarstovu og laboratorium og royna teg við eitt nú at isolera títt DNA, síggja venjing innan sjúkrarøktarfrøði, at kunna teg um feltarbeiði innan lívfrøði eina og at síggja og kunna teg nærri um hardware til KT v.m.

Eisini verður skipað fyri rundvísing í Sjólon, har møguleiki verður fyri at síggja nýggju hølini hjá Setrinum.

Vit bjóða fingramat, kaffi, te og vatn

Tiltakið byrjar sum sagt kl. 16 í Sjólon á Vestarubryggju og øll eru hjartaliga vælkomin

Náttúruvísindadeildin og Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarvísindi á Fróðskaparsetri Føroya