University of the Faroe Islands
Moodle
Starvsfólk
Setrið
Koma og fanga okkum.jpg
Anna Katrin Matras
02.04.2019
Setrið

Kom og Fanga Okkum

Saman við fleiri øðrum luttakarum er eisini Fróðskaparsetrið umboðað á kunnandi ráðstevnu, sum MFS skipar fyri hósdagin 4. apríl í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum

Talan er um bæði fyritøkur og stovnar innan tað almenna og innan privatu vinnuna. Serligur dentur verður lagdur á lestrarstørv, starvslesnað og verkætlanir.

Vit gleða okkum til ein spennandi seinnapart, har tit fáa møguleikan til at hoyra nærri á básinum hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Skráin fyri ráðstevnuna er annars hendan:

15.00 Dyrnar lata upp og ráðstevnan verður sett
16.00 Prát um starvsumsóknir og CV við Bergtóru Høgnadóttir, HR-leiðari í SEV
17.00 JASMIN framførir
17.30 Ábit
18.30 Betri leggur fram um fyrimunirnir við at hava lesandi í starvi

Øll eru hjartaliga vælkomin til tiltakið, sum verður komandi hósdag 4. apríl Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum frá kl.15 til kl.19.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan Í Lon Jacobsen FMD Smílandi

    Minningarorð um góða starvsfelaga okkara Jógvan í Lon Jacobsen, professara

  2. Gróthúsið Á Kvøldi Ogn Jarðfeingi

    Setursskrivstovan sum jarðhitaroyndarstøð

  3. Rekruttering 2026 Tey Fimm Lestrarumboðini

    Umsóknartalið á Setrinum vaksið við meira enn 10 prosentum