University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock
12.02.2026
Setrið Námsvísindadeildin

Kom og hoyr um nýggja námsfrøðiliga útbúgving

Fróðskaparsetrið fer nú á kunningarferð kring landið við eini nýggjari parttíðar diplomútbúgving í námsfrøði til hjálparfólk, sum eru 25 ár ella eldri, og sum áðrenn og undir útbúgvingini eru í starvi á námsfrøðiliga økinum

Arbeiðir tú sum hjálparfólk á dagstovna- ella serøkinum og vilt lyfta tað fakliga stigið, so er at koma á kunningartiltak um nýtt útbúgvingartilboð á Setrinum.

Nýggja útbúgvingin fær heitið Diplom í námsfrøði og er ætlað tykkum, sum longu hava arbeitt og framvegis arbeiða sum hjálparfólk á dagstovna- og serøkinum.

 

Hetta er eisini nýggjur møguleiki hjá tær, sum ikki hevur miðnámsprógv, at søkja um lestrarpláss á Setrinum, og tá verður skipað fyri upptøkuroynd.

 

Útbúgvingin verður løgd soleiðis til rættis, at lesandi arbeiða parttíð undir útbúgvingini. Haraftrat verður tað smidligt at fylgja við undirvísingini, tí meðan helvtin fer fram á Námsvísindadeildini á Setrinum, verður hin helvtin skipað sum fjarlestur.

 

Parttíðarútbúgvingin tekur tilsamans trý ár, sum svarar til tvey ára fulltíðarlestur. 

 

Við Diplomi í námsfrøði kann ein tískil seinni søkja um at fáa tvey ár góðskrivað av bachelorútbúgvingini í námsfrøði og á tann hátt standa fullan bachelor við at taka tvey ár aftrat, um ein vil tað.

 

Kom og hoyr meira um Diplom í námsfrøði á kunningartiltøkum kring landið á hesum støðum:

 

  • Suðuroy, Miðlatún í Vági, mánadagin 9.mars, kl. 19.00 - 20.00
  • Klaksvík, Miðhøllin í Ósá á Skúlatrøð, hósdagin 12.mars,  kl. 19.00 - 20.00
  • Runavík, Kantinan í Skúlanum við Løkin, mánadagin 16.mars, kl. 19.00 - 20.00
  • Tórshavn, Aulan, á Frælsinum 20, mánadagin 23.mars, kl. 19.00 - 20.00

 

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving