University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kom út úr Vitatorninum

Kom út úr Vitatorninum

Vísindafólk hava gjøgnum tíðirnar ofta verið uppfatað sum serlingar, sum sita einsamallir í sínum avbyrgda vitatorni úti á ytsta skeri.


Søguliga hevur tað loyst seg, at maktin og vitanin var høgt hevjað yvir tað vanliga fólkið, men tíðirnar eru broyttar, og í dag er eitt høgt vitanarstøði millum fólk fortreytin fyri einum modernaðum samfelagi. Øll eiga at hava atgongd til vitan, men tað kann kennast ringt at koma út úr vitatorninum og greiða frá, hvat man arbeiðir við sum vísindafólk.

Ein, sum hevur verið sera áhaldandi, og hevur hepnast við at koma út úr vitatorninum, er Hóraldur Joensen. Aftaná Kveikingarfundin var prát við Hórald í útvarpinum. Hann segði, at tað er ov vánaligt, at vit kasta livur og rogn aftur í havið í Føroyum og forkoma týdningarmikla rávøru, sum kann geva milliardir av krónum til landið. Hetta setti gongd í kjak, sum kanska fer at broyta hesa skilaleysu gongd.

Við áhaldandi at taka lut í samfelagskjakinum kanst tú gera mun. Soleiðis verður Fróðskaparsetur Føroya kent millum manna, og eyguni verða latin upp fyri tí týdningarmikla arbeiði, vit gera her. Hetta kemur bæði okkum og samfelagnum til góðar í longdini.

Fróðskaparsetrið hevur tikið týdningarmikil stig til at fáa vitan út til fólkið. Nevnast kann “Setrið á ferð” og “Speki”, og ikki at gloyma øll tey, sum hava skrivað greinir í bløðunum. Alt hetta er við til at bróta múrar niður og gera vitan til almenna ogn, samstundis skapar hetta vælvild mótvegis Fróðskaparsetrinum. Hetta er eitt øki, sum vit kunnu menna nógv meira, men vit hava tikið nøkur stig á røttu leið.

Les greinir hjá Hórald Joensen:

Barnakonur.pdf
Eg_eri_skelka__ur_1.pdf
Eg_eri_skelka__ur_2.pdf
Foeroyski_granskingargre__ingurin_gneggjar_gorhungra__ur_eftir_gjaldfoeri.pdf
Lensiportur.pdf
Livur_kemur_ikki_i_land.pdf
NN_Faereyjar.pdf
OE__rvisi_trolvei__a.pdf
Val_av_matitolum.pdf
Ovveida.pdf

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum