26.07.2018
Altjóða Skrivstovan Til lesandi
Skriva út

Kom við til Pisudagar

Dagarnar 31. juli og 1. august verða árligu Pisudagarnir á deildunum hjá Betri í Klaksvík og Havn. Tiltakið er ætlað tær, ið fer uttanlands at lesa.


Ert tú komin inn á dreymaútbúgvingina? Gongur leiðin út um landoddarnar at víðka sjónarringin?

Hevur tú stýr á SU, ÚSUN, Bústað, NemKontu, NemID, Føroyafrádrátt o.s.fr.?

Tað hava vit. So vitja pisudagar:

  • 31. juli kl. 19.00 á deildini hjá Betri í Klaksvík
  • 1. august kl. 19.00 á Ungdómsdeildini hjá Betri í Havn

har serfrøðingar frá Altjóða Skrivstovuni á Fróðskaparsetri Føroya saman við MFS, Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark og Betri Banka skipa fyri. Her kanst tú fáa svar upp á tínar spurningar, fáa góð ráð og vegleiðing frá ymsum serkønum, og tú fært høvi at tosa við onnur ung, ið eru í somu støðu sum tú og onnur eldri lesandi uttanlands.

Hetta er 11. árið á rað, at skipað verður fyri Pisudøgum