University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2026 09 24 At 14 08 15 Myndir Frá Vísindavøkuni 2025

Tað er altíð forvitnisligt fyri stór sum smá at vera á Vísindavøku. Hendan myndin er frá stóra tiltakinum í 2025 (Foto: Leivur Frederiksen/Granskingarráðið)

24.09.2026
Setrið

Komið øll á granskingarfestival!

 

Skráin er á tremur við spennandi stuttum framløgum í Kongshøll, sum eftir ætlan skulu miðlast soleiðis, at “vanlig fólk” skilja, hvat tað snýr seg um.

Eisini eru mong sera áhugaverd tiltøk fyri stór og smá á Svalanum og í garasjuni.

Somuleiðis er forvitnislig miðlakapping, og at enda fær onkur eitt herðaklapp fyri góða og skilliga miðling av gransking.

Ómetaliga mong og fjølbroytt granskingarevni verða løgd á blik á Vísindavøkuni. 20 vísindaligar framløgur verða, og tit kunnu síggja niðanfyri, hvørji evnini eru og velja tykkum okkurt burturúr.

Granskingarráðið, sum er vertur, ynskir sær, at mong koma á gátt at hoyra og síggja, hvat føroysk gransking fæst við, og hvat kemumr burturúr.

Tey, sum ikki kunnu møta, hava møguleika at fylgja við allan dagin á stroyminum, sum er HER.

08.30

Vælkomin á Vísindavøku
Annika Sølvará, Granskingarráðið

 

08.40

 

Stóra kreppan í 1990unum og fólkaræðið í Føroyum
Jens Christian Svabo Justinussen, Fróðskaparsetrið

 

09.00

 

Ferð undir havsins botni – Antropologiskar hugleiðingar um fólk og undirsjóvartunlar
Firouz Gaini, Fróðskaparsetrið

 

09.20

 

Hugburður til barnakoppseting í Føroyum
Katrin Eivindardóttir Christiansen, Heilsustýrið

 

09.40

  

Artrosa – venjing sum viðgerð
Pætur Holm, Skurðdeplin og Fróðskaparsetrið

 

10.00

 

Føðsluevni og dálkingarevni í siðbundum føroyskum mati
Bjørg Mikkelsen, Heilsufrøðiliga Starvsstovan

 

10.20

Skógarvøkstur og risagosfjøll – Føroyar fyri 56 milliónum árum síðani
Heri Ziska, Jarðfeingi

 

10.40

 

Havsins talgildi tvíburi
Sissal Vágsheyg Erenbjerg, Firum

 

11.00

 

Umhvørvis DNA og RNA – Uppsjóvarfiskur frá einum øðrvísi sjónarmiði
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, Varðin Pelagic og Fróðskaparsetrið

 

11.20

Hvussu minka vit oljunýtsluna í fiskiskapinum?
Magni Laksáfoss, Sjókovin

 

11.40

Føroyskir hvalir ella ein felags stovnur?
Sunnvør í Kongsstovu, Fróðskaparsetrið

 

12.00

Kvinnuheilsa í broyting – vitan, avbjóðingar og møguleikar
Gunnhild Helmsdal, Heilsugranskingareindin

 

12.20

 

Bókmentir og tíð - er tíð altíð tað sama?
Guðrun í Jákupsstovu, Fróðskaparsetrið

 

12.40

 

Nýggjur sjúkrarøktarleiklutur í heilsuverkinum
Tordis Tróndarson, Fróðskaparsetrið

 

13.00

 

PCD - ein sjáldsom ílegusjúka við hægri títtleika í Føroyum
Birna Skaalum Kempf, Heilsugranskingareindin

 

13.20

 

Samanhald gevur styrki – Føroysk kvinnurørsla í 1970- og 1980-árunum
Margretha Nónklett, Tjóðsavnið

 

13.40

 

Hin fátæka javnvágin – Føroysk fátækrahjálp 1767-1855
Sámal Tróndur Finnsson Johansen, Tjóðskjalasavnið

 

14.00

 

Umhvørvisligar broytingar í sambandi við botnfiskastovnar á Føroya Banka
Ian Salter, Havstovan

 

14.20

 

Frá ráum dátum til veruliga vitan - metadátugrunnurin
Halla Weihe Reinert, Umhvørvisstovan

 

14.40

Nýtsla av fleirstrálu ekkoloddi til nágreiniliga havdýpdarmáting
Gethin Wyn Roberts, Umhvørvisstovan (hildin á enskum)

 

15.00

Elektronmikroskop gevur nýggjar granskingarmøguleikar
Karin Habermehl-Cwirzen, Fróðskaparsetrið (hildin á enskum)
 

15.30

Miðlafagnaður 

Snarrøðu-kapping - røður á 150 sekund

 

Gestainnslag: Tá list og gransking samskapa
Hvat hendir, tá ið list og gransking møtast, og nýggir miðlingarhættir taka skap? Visual Science Studio sýnir fram samstarv millum list og gransking.
 

Vinnari av snarrøðukappingini kosin
Handan av ársins miðlaheiðursløn

 

Uttanfyri

 

9.00 – 15.00

Tiltøk fyri børn og vaksin

Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir
Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. 

Svalin

 

9.00 – 15.00

Ymisk tiltøk og royndir fyri børn og vaksin

Stovnar skipa fyri

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jóna Og Tíðarrit (002)

    Samstarv ruddar slóð fyri náttúrugrundaðum loysnum, men meira krevst

  2. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  3. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku