University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Screenshot 2023-09-21 at 15-49-58 Skráin fyri Vísindavøkuna 2021.png
21.09.2023
Setrið

Komið øll á Vísindavøku 2023 í Sjóvinnuhúsinum

Ársins Vísindavøka verður fríggjadagin 21. september, og skráin er á tambi við fjølbroyttari gransking, framsýningum og tiltøkum - og øll somul eru hjartaliga vælkomin

Sjóvinnuhúsið á Vestaru Bryggju í Havn verður karmur um Vísindavøkuna 2023, sum byrjar fríggjamorgunin klokkan 08:30.

Á skránni verða framløgur, framsýningar og tiltøk, sum á ymsan hátt taka støði í gransking og nýskapan.

Stuttar framløgur verða í Konghshøll allan dagin frá klokkan 8.30 til 15.30, einar 20 í alt.

Á Svalanum kring matstovuna Silo skipa granskarar og onnur fyri samvirknum tiltøkum, ið eru ætlað eldri skúlanæmingum og annars øllum, sum hava hug at royna seg.

Niðast í bygninginum verða eisini tiltøk fyri stór og smá. Næmingar og lærarar á Glasi gera royndir í øðrum rúminum, meðan Havstovan sýnir fram ymsar fiskar o.a. í hinum rúminum.

Kl. 15.30 verður miðlafagnaður við snarrøðukapping, tónleiki og handan av heiðursløn fyri bestu almennu miðling av gransking.

Stroymt verður beinleiðis frá framløgunum.

Skrá og leinkið til stroymingina eru her

Kringvarp Føroya tekur framløgurnar upp og sendir tær seinni í vetur og í vár.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving