Brynhild Thomsen
09.11.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Komið og lesið sjúkrarøktarfrøði

Óluva í Gong er forkvinna í felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, og hon eggjar fólki til at søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum, sum hon heldur er ein av heimsins bestu útbúgvingum

Hon veit, hvat hon tosar um, forkvinnan fyri sjúkrarøktarfrøðingarnar í Føroyum.

Óluva í Gong veit eisini, hvussu stórur tørvurin er á hennara fakbólki, og tí vil hon fegin koma við eini áheitan, nú evstamark nærkast til at søkja inn at lesa sjúkrarøktarfrøði á Setrinum í januar. Umsóknarfreistin er nevniliga nú mánadagin 15. november.

- Vilt tú gera mun í føroyska samfelagnum, ja, so er at søkja, sigur hon.

Forkvinnan er eisini ivaleys, tá hon skal viga góðskuna á útbúgvingini, sum Deildin fyri heilsu- og sjúkrarøktarfrøði á Vestaru bryggju í Havn bjóðar.

- Ja, vit í Føroyum hava eina av heimsins bestu útbúgvingum í sjúkrarøktarfrøði. Stigið hjá okkum í Føroyum og í Íslandi liggur væl hægri enn í hinum Norðurlondunum. Nakað, sum ungdómurin vil hava, er møguleikar, og tað fær ein við okkara útbúgving. Tú fært atgongd til størv, umframt at hendan útbúgvingin gevur beinleiðis atgongd til hægri universitetslestur, sigur hon. 

- So søkið inn á útbúgvingina, ljóðar áheitanin frá fakfelagsforkvinnuni.

- Hetta fer at lyfta vælferðarøkið

At Fróðskaparsetur Føroya nú eisini tekur lesandi inn at lesa sjukrarøktarfrøði í januar, umframt á sumri, er spildurnýtt. Kaj Leo Holm Johannesen, sum er landsstýrismaður í heilsumálum, frøist um, at upptøka nu verður tvær reisir árliga.

- Ja, hetta eru góð tíðindi og fer at styrkja vælferðarøkið, sigur hann.

- Okkara vælferðarsamfelag verður mett eftir, hvussu vit taka okkum av menniskjum, sum hava likamligar ella sálarligar avbjóðingar. Tá vit tosa um vælferðartænastur og góða røkt, so er tann sjúki í serligari støðu og hevur brúk fyri serligari røkt. Ein fakbólkur, sum skal til, eru okkara sjúkrarøktarfrøðingar, sum eg havi so sera stóra virðing fyri, sigur hann.

- Tí gleðir tað meg almikið, at vit nú raðfesta hesa útbúgvingina, og at vit longu í januar kunnu seta við og bjóða 25 nýggjum lesandi pláss á útbúgvingini. Hetta fer at lyfta vælferðarøkið enn meira, sigur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum.

Søkið um upptøku at lesa sjúkrarøktarfrøði her.

Evstamark er, sum sagt, mánadagin 15. november.