University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Skærmbillede 20 5 2025 161433 New.Uarctic.Org
23.05.2025
Setrið

Komið við uppskotum um framløgu til UArctic Congress 2026

Nú ber til at senda uppskot inn um framløgur til UArctic Congress 2026 – freistin er 7. juli

UArctic Congress 2026 verður hildin í Havn frá 26. til 29. mai 2026. Evnini á ráðstevnuni eru í samsvari við raðfestingarnar hjá ríkisfelagsskapinum, sum nú hevur formansskapin í Arktiska Ráðnum.

Dentur verður lagdur á burðardygga menning, luttøku hjá upprunafólki og heildarviðurskifti viðvíkjandi umhvørvisrøkt.

Uppskot um framløgur til ráðstevnuna skulu vera innan fyri hesi evnini:

🔹 Burðardygg vinnulig menning og altjóða samstarv
🔹 Hav og havrannsóknir
🔹 Veðurlagsbroytingar í Arktis
🔹 Lívfrøðiligt margfeldi
🔹 Upprunafólk og samfeløg í Norðri

Serliga tørvar okkum framløgur, sum fevna um luttøku frá upprunafólki, ungdómi og lokalum samfeløgum, og sum nýta tvørgreinalig sjónarhorn og arbeiðshættir. Tiltøk kunnu fevna um munnligar framløgur, postarar, pallborðsfundir og rundborðskjak.

Les alla lýsingina eftir framløgum her.

Evstamark er 7. juli 2025.

UArctic Congress er ein ráðstevna, ið verður hildin annaðhvørt ár. Hon samansjóðar vísindaliga ráðstevnu og høvuðsfundir í UArctic-netverkinum. UArctic Congress 2026 verður skipað av Fróðskaparsetri Føroya í samstarvi við Uttanríkis- og Vinnumálaráðið og Havstovuna.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Barn Við Fingramáling Námsvísindi Diplom Freerangestock

    Diplom í Námsfrøði: Fylgið stroyminum her

  2. Politiskur valfundur í Kongshøll.jpg

    Valfundur í dag: Hvussu styrkja vit Føroyar við ungdómi, útbúgvingum og gransking?

  3. Heðin Ingi Abrahamsen Staðið Phd 09032026

    Heðin Ingi Abrahamsen staðið ph.d.