Kommunupolitikkur
Í samband við at nýggj bók kemur út, verður almenn móttøka á Søgu- og samfelagsdeildini. Jónas Broncksg. 25, 4. hædd, mikudagin 29. oktober kl 15.
Fróðskapur gevur út nýggja bók: “Kommunupolitikkur”.
Ætlanin við hesi bók er at styrkja medvit um og áhuga fyri lokala fólkaræðinum í Føroyum. Tær avgerðir, ið nú verða tiknar um at broyta galdandi kommunuskipan, eru størstu yvirskipaðu átøkini síðan 1872 at mynda kommunupolitikkin. Reyði tráðurin í hesi bók er, um hesar broytingar fara at bera við sær eina víðkan ella eina skerjan av politiska valdinum og fólkaræðinum í lokalsamfeløgunum.
Beinta í Jákupsstovu, lektari á Søgu- og samfelagsdeildini, Fróðskaparsetur Føroya, er ritstjóri. Hini, sum skrivað hava, eru Ingibjørg Berg, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu, Bjørg Jacobsen, nevndarskrivari, og Bárður Larsen, løgfrøðiligur ráðgevi í KSF.
Bókin er úrslit av verkætlan millum høvundarnar og byggir í stóran mun á nýinnsavnað tilfar, t.d. dátubasu yvir uppstillað og vald, spurnakanningar millum tey uppstillaðu til kommunuvalini 2000 og 2004, samrøður við politikarar og embætisfólk í kommunala sektorinum, og samrøður við limir í teimum trettan staðbundnu nevndunum.
Granskingarráðið gav verkætlanini stuðul í 2006 og 2007, og Søgu- og samfelagsdeildin á Fróðskaparsetri Føroya hevur staðið fyri fyrisitingarliga partinum. Umframt høvundarnar hevur granskarin Eli Kjersem við Høgskolen i Molde luttikið í verkætlanini, og fyribils úrslit hava verið umrødd á norðurlendskum kommunugranskingarstevnum.
Bókin viðger ymiskar spurningar í samband við kommunupolitiska umboðan í Føroyum. Kommunur eru bæði stovnar, sum umboða lokala fólkaræðið, og fyrisitingarligar eindir, sum eru undirlagdar ein sentralan myndugleika. Víst verður á ymisk søgulig og ástøðilig rák um, hvat ið hevur verið hildið at vera rætta stødd á kommunum. Eisini verður komið inn á spurningin um nýtt uppgávu- og ábyrgdarbýti millum land og kommunur og nýggjan kommunubygnað. Broytingarnar, sum komu við nýggju kommunustýrislógini í 2000, verða neyvt lýstar. Eitt av evnunum, ið eisini fáa serliga umrøðu, eru staðbundnar nevndir, har m.a. verður lýst, hvat lógargrundarlagið er fyri teimum, og hvussu tær ymisku nevndirnar arbeiða. At enda í bókini verður hugt at tølum frá dátubasuni og spurnakanningunum millum uppstillað til kommunuvalini: Hvussu eru val til býráð og bygdaráð skipað, hvat slag av listum eru í ymiskum kommunum, og hvussu nógv verða uppafturstillað og afturvald? Hvussu væl umboða tey uppstillaðu og valdu ymiskar bólkar? Fokus verður m.a. sett á undirumboðanina av kvinnum í kommunupolitiskum høpi, og hvussu roynt hevur verið at betra kvinnuumboðanina.
Bókin er prentað við stuðuli frá Kommunusamskipan Føroya, Løgmálaráðnum, Eik Vísindagrunninum og Mentanargrunni Landsins. Forlagið er Fróðskapur, Føroyaprent hevur prentað bókina, og Ingi Joensen/Grafik Studio hevur gjørt permuna.
Bókin er 200 s. og kostar 160 kr.
- 06.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTil minnis um Thomas Hylland Eriksen (1962-2024)Tá ið eg las antropologi á Blindern í Oslo mitt í 1990-ár...
- 06.12.2024Nýggj frágreiðing: Lokalsamfeløg í útnorðriSeinna frágreiðingin, sum er sprottin úr verkætlanini Nor...
- 06.12.2024 Søgu- og samfelagsdeildin FróðskapurFróðskaparrit um menniskjarættindi í FøroyumFróðskapur hevur givið út serrit av Fróðskaparritum við h...