05.02.2015
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Kongaríkið í Bábylon 100 ár: Barnarímur 1915-2015

Tað var ein stórhending, tá Barnarímur Hans Andriasar Djurhuus, fyrsta føroyska yrkingasavn og sangbók fyri børn, komu út í 1915.


Drongurin í miðdepli

Barnarímur eru innrammaðar av inngangsyrking, sum vendir sær beinleiðis til lesaran og bendir honum á, at land hansara talar til hansara og sigur við hann : „Tú skalt minnast meg altíð/um allan tín veg“, og endar uppalandi: „Ver á tínari ferð/slíkur maður, ið heiður/at heiminum ber.“ – og útgangsyrking aftast í bókini, „Sigla vit“, sum endar: „Har ið pápin sat,/í frið meg sita lat,/ Hurrá, hurrá, hurrá!“ Drongurin hevur orðið og tekur av løttum huga við arvinum frá farandi ættarliði. Ramman um bókina er soleiðis boðskapur um fosturlandskærleika og ættartrúskap.

Barnarímur eru fyri ein stóran part smáir pallsettir leikir: tær hava nógva beinleiðis talu, bæði einarøðu og orðaskifti, og hetta eigur sín tátt í at gera tær livandi. Fuglar og fólk, djór og urtir, veður og vindur: alt letur, syngur og talar í einari framhaldandi samrøðu; drongurin veit at siga, at pápi hansara sigur: „Lít tú trygt á pápa tín“, og at mamma hansara sigur altíð, at „einki ger,/vátur er/ofta raskur drongur“; teir naknu ungarnir siga takk „við hvønn ein maðk“, kavin sigur: „Trettan“, tá ið gingið verður á honum. Ættirnar tosa saman, og vestanvindurin sigur við eystanvindin: „Halt uppat,/vilt tú lova mær framat“; ikki er at gloyma másan, ternuna ella øksini og dáan í allegoriini um nyttu mótvegis vakurleika.

Børn, umboðað av dreingjum, eru høvuðspersónar í „Tú skalt fáa ein bita“, „Kongaríki í Bábylon“, „Burtur á heiði“, „Pápi mín hann strevar og hann stríðir“,„Hann rann sær kátur“, „Nú skínur sólin, og nú er lýtt“. Í „Másin sigur pli“ fær drongurin seinasta orðið, sum er, at hann vil verða „rættur maður“; tí hóast lívið í náttúruni verður fagnað, so stendur mannasálin omanfyri:
„Vakrast er tá smábørn syngja og tá kirkjuklokkur ringja“; „Harður er stormur á firði“ er ein idealiserað lýsing av tí harða skúla, sum drongurin skal ígjøgnum: „á báti skal pilturin læra/at verða, sum faðirin var“. Ein gentulýsing er „Vit kunnu øll at renna dyst“ um Karina, sum ikki bara er vøkur, góð, og klók, men eisini kvik, sterk, djørv – ikki at tala um sinnalagið, ið hon hevur „sum síl í á“; eisini er hón fús at læra frá sær. At taka sær av øðrum er eisini leikluturin í „Lítli beiggi, tú mást ikki gráta“. Vøgguljóðið „Rura, rura vakna ei“ er til ein drong, og mamman ynskir, at hann skal líkjast pápanum og verða „rættur maður“. Samanumtikið er drongurin í miðdepli í Barnarímum; um hann eru foreldur, omma og abbi, onnur børn, fuglar og dýr og urtir. Sól og summar ráða. Boðskapurin til dreingir er greiður: teir eiga at ganga í fótasporunum hjá tí idealiseraða faðirinum, sum ósjálvsøkin strevast á landi og sjógvi.

      Nakrir sálmar, eisini við barni sum innbygdum lesara, fullfíggja Barnarímur soleiðis, at bæði tað veraldliga og tað heilaga er við, og í hesum bygnaði hóma vit skaldið sum ábyrgdarfullan lærara.

     Barnarímur eru í sínum einfaldleika klassiskur skaldskapur. Summar av teimum hava dám av føroyskum skjaldrum, t.d. „Rura, rura, vakna ei“ og tann ramsukenda „Klettar eru høgir“. Onkrar hava fyrimynd í barnarímum eftir danska yrkjaran Louis Levy (1875-1940); barnarímur eftir hann fóru at koma út í 1904, og t.d. „Abbi tín er ríkur“ er kveiktur av „Sørens far har penge“; „Kongaríkið í Bábýlon“ er ein frí umyrking av tí norsku „Sejle sejle på salten sjø“. „Ein firvaldur í góðum lag“ líkist í motivi hóast ikki í innihaldi einari gamlari danskari yrking „Torbisten og Fluen“ eftir Poul Martin Møller (1794-1838), sum aftur hevði fyrimynd í einari eldri vísu, kendari í Norðurlondum og Týsklandi. Ávirkaður av donskum fyrimyndum gav Hans Andrias barnarímunum sín egna bjarta dám, men minni av tí tí turrisliga, sum kann vera í teimum donsku barnarímunum og tí harðrenda, ið kann vera í skjaldrum. Hjá honum eru treyst lívsgleði og yndi til alt livandi vovið saman við viðkvomum romantiskum, borgaraligum hugmyndum um børn.

– Aðrar yrkingar Hans Andriasar fyri børn standa í Barnabókini (1923-24).