17.06.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Konubrot. Greinasavn eftir Elin Súsonnu Jacobsen

Fróðskapur hevur givið út savn við 16 greinum í sambandi við, at Elin Súsanna Jacobsen søgufrøðingur fylti 70 ár 6. mai. Savnið var lagt fram á móttøku á Søgu- og Samfelagsdeildini 17. juni.


Greinasavnið Konubrot hevur brot úr rúgvuni, sum Elin Súsanna hevur skrivað. Bókin er skipað eftir evnunum heilsa, rúsdrekkamentan, vælferð, kyn og ymiskt. Allar greinirnar hava verið á prenti áður. Yvirlit yvir bøkur, greinir o.a., sum Elin Súsanna hevur latið úr hondum, er at finna aftast í bókini.

Ritstjórar eru Bjørg Jacobsen, Beinta í Jákupsstovu, Malan Marnersdóttir og Annika Sølvará. Bókin er 223 síður og kostar 230 kr. Bókin fæst í bókahandlum kring landið.

Um Elin Súsonnu Jacobsen

Fáar hava roynt seg á so ymiskum økjum og rokkið so langt sum Elin Súsanna. Hon legði fyri við at taka málsligt studentsprógv í 1960 og korrespondentspógv á handilsháskúlanum í Keypmannahavn í 1965 í enskum, týskum og sponskum. Síðani starvaðist hon á Statens Museum for Kunst í Keypmannahavn, til hon í 1968 flutti til Føroya. Her heima vann hon sær fjølbroyttar starvsroyndir, fyrst á advokatskrivstovuni hjá Leivi Lützen & Demmus Hentze, landsrættarsakførarum. Síðani fór hon í 1970 í starv á Føroya Fiskasølu, víðari á Heilsufrøðiligu Starvsstovuna og haðani á Málstovuna. Fram til 1985 var hon harumframt tímalærari í enskum, føroyskum og donskum á Føroya Maskinskúla og á Føroya Handilsskúla.

Í 1980unum tók hon annað skinn um bak og fór at lesa søgu á Søgu- og samfelagsdeildini við Fróðskaparsetur Føroya, har hon í 1992 tók prógv sum cand. phil. í søgu og siðsøgu. Longu tvey ár seinri vardi hon doktaraheiti í søgu við Aarhus Universitet við ritgerðini Rúsdrekka – siðir og ósiðir. Í 1999 fór hon í starv sum lærari og granskari á Søgu- og samfelagsdeildini, sum adjunktur til 2001, tá hon bleiv tilnevnd lektari. Sum søgufrøðingur hevur Elin Súsanna ríkað føroyska søguskriving við m.a. at taka upp sosialsøgulig evni.

Hon hevur eisini roynt seg sum leiðari, tá hon var megindeildarleiðari 2004-2008 og dekanur til 2009. Eftir tað tók hon tað seinasta stóra takið fyri Søgu- og Samfelagsdeildina, tá hon stílaði fyri eini kanning av livikorunum hjá fólkapensionistum. Tá henda kanningin var lokin, legði hon frá sær við árslok 2010.

Umframt starvsleiðirnar báðar sum skrivstovukona og granskari hevur Elin Súsanna verið sera virkin í mentanarlívinum. Hon hevur týtt eina røð av bókum o.ø. eftir so gitnar rithøvundar sum Astrid Lindgren, Per Olov Enquist og Sven Wernström. Hon hevur týtt barnabøkur, sjónleikir, útvarpsleikir og mangt annað. Hon hevur havt nevndar- og álitsstørv t.d. í Mentanargrunni Føroya løgtings, Útvarpsnevndini, Granskingarráðnum, ritstjórnini hjá Fróðskaparriti, Býarsavnsnevndini hjá Tórshavnar kommunu og í ymiskum áhugafeløgum. Hon dugnaði mangari studentakabarett eina hjálpandi hond, hon hevur skrivað ummæli, greinir, verið við í kvinnurørsluni og tikið lut í almenna kjakinum um samfelags- og mentanarmál.