25.05.2021
Setrið
Skriva út

Korona ávirkar virksemið á Setrinum

Nú smittutølini aftur vaksa, hevur leiðslan á Setrinum tikið avgerð um, at ongin undirvísing og ongar próvtøkur verða í bygningunum hjá Setrinum í dag, týsdagin 25. mai 2021

Ætlaða undirvísingin og ætlaðu próvtøkurnar verða annaðhvørt útsettar ella fluttar á netið.

Lesandi hava fingið ella fáa nærri kunning frá deildini ella útbúgvingarleiðaranum um, hvussu verður við undirvísing og próvtøkum.

Lestrarskrivastovan heitir í hesum sambandi á lesandi um at kanna Moodle og lestrarteldupostin regluliga komandi dagarnar.

Fáa lesandi boð um at møta til undirvísing ella próvtøku í bygningunum hjá Setrinum ein av komandi døgunum, havið so masku við og haldið almennu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Eru spurningar ella ivamál, kunnu lesandi seta seg í samband við útbúgvingarleiðaran ella Lestrarskrivstovuna (LSS@setur.fo). Eisini er lestrarvegleiðingin tøk, um tørvur er á at tosa við ein vegleiðara.

Finn tín vegleiðara HER.