(Foto: Brynhild Thomsen)
Brynhild Thomsen
20.04.2020
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Korona: Kropslig venjing heima

Magni Mohr, dekanur á Deildini fyri Heilsu- og sjúkrarøktarvísindi, hevur saman við donskum og tunesiskum granskarum útgivið vísindaliga grein um kropsliga heimavenjing í COVID-19-undantaksstøðuni

Greinin, sum eitur “Physical activity and coronavirus disease 2019 (COVID-19): Specific recommendations for home-based physical training”, er skrivað av Amri Hammami, Basma Harrabi, Magna Mohr og Peter Krustrup og er er útgivin í vísindaliga tíðarritinum, "Managing Sport and Leisure".
Greinin viðger heilsuligu trupulleikarnar, ið stava frá avmarkaðum møguleikum at venja kropsliga í undantaksstøðuni, sum valdar, og kemur við granskingargrundaðum tilmælum um treystisvenjing fyri trenað, kropsliga virkin, ótrenað, sjúklingar og eldri fólk.

Talan er bert um heimavenjingar ella venjingar, sum kunnu gerast á egnum matrikli ella í nærumhvørvinum og við tryggari frástøðu í samsvari við koronatilmælini.

Eisini er styrkivenjingarætlan lýst, sum kann gerast heima.

Tabellin her er úr greinini og vísir, hvussu treystisvenjing (aerob) kann leggjast til rættis og stýrast av tí einstaka.

Samandráttur av greinini kann lesast her.