Landsstýrið hevur gjørt nýggjan kunningardepil um covid-19 (Foto: tinganes.fo)
Brynhild Thomsen
16.03.2020
Setrið
Skriva út

Korona: Nýggjur kunningardepil

Nú koronavirussmittan ger um seg, ávirkast gerandisdagurin hjá teimum flestu. Tí hevur landsstýrið gjørt nýggja heimasíðu og sett nýggja telefonráðgeving á stovn

Á heimasíðuni corona.fo fært tú kunning um sjúkueyðkenni, reinføri og ráð, sóttarhald, ferðing, ansing, arbeiði og løn og eisini tilmæli frá myndugleikunum. Harumframt eru viðkomandi hagtøl og tíðindi.

Corona.fo er eisini á Facebook og á Instagram.

Um tú hevur spurningar, sum tú ikki finnur svar uppá á corona.fo, so ber til at ringja til almennu coronalinjuna, sum hevur telefonnummar 30 40 40.

Ivast tú í, hvussu tú skalt bera teg at í sóttarhaldi, hvussu lønarviðurskifti nú verða skipað, tørvar tær ráðgeving í sambandi við ferðing ella okkurt heilt annað, ert tú vælkomin at ringja til coronalinjuna, siga myndugleikarnir.

Coronalinjan svarar hvønn gerandisdag frá kl. 8-21, og leygardag og sunnudag frá kl. 10-15.

Um tú ert sjúk/-ur ella heldur teg hava sjúkutekn, skalt tú venda tær til tín kommunulækna ella ringja til vaktlæknan á telefon 1870, tá ið kommunulæknin ikki er tøkur.