University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
heilsufótbóltur (2).jpeg

Nýggja vitanin gevur mynduleikum amboð at viga smittuvandan av fótbóltsspæli upp ímóti neiligu árinunum av at steðga barna-, ungdóms- og heilsfóltbóltsspæli (Foto: Ólavur Jøkladal/Fólkaheilsuráðið)

13.01.2021
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Korona: Trygt at spæla heilsufótbólt

Heilsufótbóltur kann metast at vera tryggur venjingarháttur, tá tað snýr seg um smittuvanda av koronu, vísir nýggja gransking

Gransking vísir, at í heilsufótbólti er sambandið so mikið lítið millum spælararnar, at smittuvandin av koronu er lítil.

Nýggj vísindalig grein í tíðarritinum, "BMJ Open" hevur heitið, "Danger zone assessment in small-sided recreational football: providing data for consideration in relation to COVID-19 transmission". Í henni verður greinað, hvussu leingi og hvussu ofta vanlig fólk, sum spæla heilsufótbólt, eru í vandastøðum (Danger Zone; DZ), tá talan er um koronusmittu.

Verkætlanin er samstarv millum Magna Mohr, professara á Fróðskparsetrinum, og danskar og serbiskar granskarar.

GPS-dátur frá eldri heilsufóltbóltsverkætlanum eru greinaðar, og staðfest er, hvussu leingi fótbóltsspælarar eru í vandaøkinum, tá teir spæla heilsufótbólt. Vandaøkið er lýst sum ein radius uppá hálvanannan metur frá einum møguliga smittaðum viðleikara.

Heilsufótbóltur er ikki kontaktítrótt

Høvuðsúrslitini vísa, at í ymiskum fótbóltssmáspølum er tann einstaki leikarin í smittuvandaøkinum í 34-115 sekund um tíman, og harumframt er tíðarbilið, har viðkomandi er í smittuvandaøkinum, minni enn tvey sekund 80 prosent av tíðini.

Tískil er heilsufótbóltur ikki kontaktítrótt, men ein venjingarháttur við stuttum og sporadiskum sambandi millum leikararnar. Sostatt verður mett, at heilsufótbóltsspæl er ein tryggur kropsligur venjingarháttur, tá tað snýr seg um covid-19-smittu.

Neilig árin av óvirkni
Kanningarúrslitini geva heilsumynduleikum í Føroyum og uttanlands møguleika at viga vandan av fótbóltsspæli upp ímóti teimum neiligu kropsligu, sosialu og sálarligu árinunum av at steðga barna-, ungdóms- og heilsfóltbóltsspæli í koronutíðini, sum vit eru í.

- 30 prosent av heimsins borgarum røra seg minni enn tey minstu mørkini, ið sett eru, og undir koronukreppuni er støðan við kropsligum óvirkni bara versnað um allan heim.

- Samstundis er staðfest, at kropsligt virkni fyribyrgir og eigur at vera partur av viðgerðini av 26 varandi sjúkum, og tí mugu avgerðir at steðga ítróttarvirksemi byggjast á granskingarúrslit heldur enn magakenslur, sigur Magni Mohr, professari í arbeiðs- og ítróttarfysiologi.

Hann leggur aftrat, at fótbóltur er heimsins størsta ítróttargrein við umleið 250 milliónum virknum spælarum.

- Spælið hevur tí ómetaliga stóra jaliga ávirkan á alheims fólkaheilsuna, og tí gevur okkara nýggja grein mynduleikunum vísindaliga próvførslu, tá tað ræður um koronusmittuvanda, sigur Magni Mohr.

Greinin kann lesast her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafók 2025

  2. Marjun Nicodemussen Heldur Røðu Sum Lesandi Prógvhandan300126021

    Prógvhandan: - Nú fara vit út í samfelagið at gera mun

  3. Umsetur

    Hjálpið okkum at bøta um føroyska teldutýðing