Knud Simonsen/Bárður A. Niclasen, Náttúruvísindadeildin
03.02.2009
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kortleggja sjóvarfalsorkuna

Náttúruvísindadeildin fer nú undir at kortleggja møguleikarnar fyri at vinna ravmagn úr sjóvarfallinum. Granskingarráðið og SEV stuðla verkætlanina.


Tann 1. mars fer Náttúruvísindadeildin undir eina 2 ára verkætlan, sum hevur til endamáls at fáa staðfest um og hvar møguleikar eru fyri at fáa elorku burturúr sjóvarfallinum, og at kanna hvørja ávirkan møgulig sjóvarfalsorkuverk koma at hava á rákið nærhindis.


Nýggja verkætlanin byggir á arbeiði at menna teldusimuleringar av sjóvarfallinum og streymmátingar, sum hevur verið á Náttúruvísindadeildini seinastu árini. Nú verður farið eitt stig víðari við neyvari sjóvarfalsmyndlum, umframt at streymmátingar verða gjørdar í fleiri av høvuðssundunum, fyri at kanna hvar á landgrunninum møguleikar eru fyri at troyta sjóvarfalsorkuna.


Gagnar eisini ali- og útróðrarvinnuni

Kanningarnar fara eisini at gagna ali- og útróðrarvinnuni, umframt at betur streymkunning verður tøk hjá skipaferðsluni.


Fyri góða planlegging og rakstur av einum alibrúki, er neyvur kunnleiki um rákið ein fyritreyt. Eisini kunnu úrslitini frá teldusimuleringunum brúkast til at meta um, hvussu smittur spjaðast við rákinum, um tað skuldi hent, at fiskasjúkur aftur fara at gera um seg í alivinnuna.


Streymkortini, ið Náttúruvísindadeildin hevur gjørt higartil, liggja inni í HÚK-skipanini, sum tykist at hava stóran áhuga millum útróðrarmenn. Kortini verða neyvari, og koma at fevna um størri økir á landgrunninum, tá henda verkætlanin er av.


Leggur grundarlag undir útbúgvingaruppgávur.

Eisini var ætlanin at úrslit frá hesari verkætlanini skuldi leggja grundarlag undir Bachelor og Master uppgávur innan havfrøði, varandi orku og at skilja lívfrøðina á landgrunninum. Í løtuni valdar stór óvissa um, hvussu tað verður við lesandi á Setrinum, men høvi er framvegis hjá lesandi við lærustovnar uttanlands at arbeiða við tilfarinum.


Ein møguleiki fyri eina master útbúgving, ið gevur góðar møguleikar at arbeiða við uppgávum um føroysk viðurskiftir, er felags norðurlenska masterútbúgvingin innan havvistfrøði og klima. Henda útbúgvingin er eitt samstarv millum universitetini í Íslandi, Bergen, Århus og Føroyum, og byrja teir fyrstu lesandi í heyst.


Granskingarráðið og SEV stuðla

Samlaði kostnaðurin av verkætlanini er um hálva triðju millión, harav Granskingarráðið hevur játtað 900.000 kr og stýrið í SEV hevur játtað 250.000 kr. Restina av kostnaðinum er eginíløga hjá Fróðskaparsetrinum gjøgnum lønarútreiðslur, streymmátaraútgerð og roknikraft á teldunum.