Grein úr ph.d.-ritgerðini hjá Marnari Fríðheim Kristiansen er útgivin í altjóða tíðarriti
Martin Nolsøe Simonsen
26.07.2022
Setrið Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Krabbameins- og deyðatíttleiki í Føroyum í altjóða tíðarriti

Greinin, við heitinum: “Cancer in the Faroe Islands from 1960-2019 – incidence, mortality, and comparisons with the other Nordic countries”, úr ph.d.-ritgerðini hjá Marnari Fríðheim Kristiansen, er útgivin í tíðarritinum Acta Oncologica. 

Krabbameinstíttleikin og deyðatíttleikin í Føroyum verður viðgjørdur í greinini. Hann verður eisini samanborin við somu tøl úr hinum Norðurlondunum seinastu 10 árini. Hetta varð gjørt við at nýta tøl úr føroysku krabbameinsskránni, men áðrenn hesi tølini kundi nýtast, so var neyðugt at eftirhyggja tølini í krabbameinsskránni.

Tað hava verið ábendingar um, at krabbameinsskráin hevur manglað nakrar ikki-skrásettar krabbameinstilburðir. Sum ein partur av hesi ph.d.-verkætlan, varð ein roynd gjørd at validera tilburðirnar í krabbameinsskránni. Hendan valideringstilgongdin vísti, at tað vóru 13% av krabbameinstilburðunum frá 2006 til 2019, sum ikki vóru skrásettir. Síðan eru fleiri tiltøk sett í verk, við tí endamáli, at betra um arbeiðsgongdirnar kring krabbameinsskrásetingina, fyri at tryggja, at so nógv sum gjørligt verða skrásett rætt. 

Greinin kann lesast her

Háttalag: Tølini fyri krabbameinstíttleikan og deyðatíttleikin komu frá NORDCAN. Øll Norðurlond fráboða krabbameinshagtøl til NORDCAN, har tølini verða savnað og viðgjørd á eins hátt. Hetta ger tað møguligt at gera álítandi samanberingar ímillum londini.    

Úrslit: Krabbameinstíttleikin er hækkaður munandi seinastu 60 árini, samstundis sum at deyðatíttleikin er minkaður eitt vet. Samanberingar við hini Norðurlondini vísa, at tað tykist sum krabbameinstíttleikin, sum heild, er lægri í Føroyum, hóast tað vóru nøkur krabbameinssløg við hægri títtleika, eitt nú testis-krabbi. Deyðatíttleikin sum heild var líkur deyðatíttleikanum í Norðurlondunum, tó at deyðatíttleikin fyri eitt nú krabbameini í kynsgøgnum hjá kvinnum, og svølginum hjá monnum, var hægri.  

Niðurstøða: Krabbameinstíttleikin var sum heild lægri í Føroyum, samanborið við títtleikan í Norðurlondunum, samstundis sum deyðatíttleikin var umleið á sama stigi. 

Hinir høvundarnir á greinini eru:  

Ronja M. Mikkelsen, Tordis Kristiansdóttir, Páll Rasmussen, Guðrið Andórsdóttir, Sæunn Ó. Hansen, Kári R. Nielsen, Bjarni á Steig, Marin Strøm og Maria Skaalum Petersen. 

Fíggingin til ph.d.-verkætlanina er komin frá Sjúkrakassagrunninum, Krabbameinsfelagnum og Team Rynkeby, Dansk Kræftforskningsfond, Brødrene Hartmanns fond og Kræftens Bekæmpelse.