17.08.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Kræklingaaling í Føroyum

Tað skuldu verið góðir møguleikar at alt krækling í Føroyum. Tað halda Finngerð Jensen og Esbern Patursson, sum í eini bachelorverkætlan hava lýst lívfrøðina hjá føroyskum kræklingi og møguleikarnar at ala krækling í Føroyum.


Aling av skeljadjórum í dag er ein týðandi vinna kring allan heim. Árliga framleiðslan av skeljadjórum er eini 11 milliónir tons. Hetta er ein fjórðingur av allari alivinnuni. Eisini í Føroyum hava royndir verið gjørdar at ala krækling, men ongar skipaðar og miðvísar kanningar hava tó verið gjørdar av føroyskum kræklingi. Hetta vildu Finngerð Jensen og Esbern Patursson gera nakað við. Tey baði hava í trý ár lisið lívfrøði á Náttúruvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum. Útbúgvingin endar við einari verkætlan, har studentarnir sjálvir velja sær eitt granskingarevni. Finngerð og Esbern valdu av lýsa lívfrøðina hjá føroyskum kræklingi og at kanna møguleikarnar, at ala krækling í Føroyum.

SAMSTARV VIÐ FISKAALING
Verkætlanin er gjørd tøttum í samstarvi við P/F Fiskaaling og Havstovuna. Kanningar vórðu gjørdar av gýtingini hjá kræklingi, mongdini av larvum í sjónum og hvussu tær broytast gjøgnum árið og hvussu kræklingurin veksur á teimum ymisku firðunum. Fyri at gera hesar kanningar, vórðu trossar settur út á fýra ymiskum støðum: á Skálafjørðinum, í Kalbaksfirði og í tveimum støðum í Sundalagnum norðuri við Streymin. Eisini vórðu ymisk umhvørvisviðurskifti í firðunum kannað, so sum hiti, streymur og nøgdin av klorofyl, sum er eitt mát fyri nøgdin av plantuæti í sjónum.

Sum vegleiðarar og at hjálpa sær við verkætlanini, hava Finngerð og Esbern havt Øystein Paturson, sum starvast sum granskari á Fiskaaling og Eilif Gaard, stjóra á Havstovuni og eisini starvast sum adjungerandi lektari í havlívfrøði á Frósðkaparsetrinum

LÍVFRØÐIN
Kræklingur er eitt vanligt skeljadjór, sum finst í sjóvarmálanum í flestu støðum í Føroyum. Kræklingurin festur seg á hellu, á steinar, kaiir og á botni á skipum, sum hava ligið leingi. Eisini er hann vanligur í áarósum. Føðina hjá kræklingi er plantuæti, sum hann fær við at síla sjógv gjøgnum táknurnar.

Gýtingin hjá kræklingi er neyvt stýrd av hitanum í sjónum. Gýtingin byrjar, tá hitin er komin uppá einar 10 ºC.  Føroyski kræklingurin byrjar at gýta í mai mánað og heldur fram til móti  endan av juni. Høvuðsgýtingin er tó í endanum av juni mánað. Hetta er eisini tað tíðarskeiðið, tá mest er til plantuæti í sjónum. Sil og rognini verða gýtt út í sjógvin. Úr tí gitnað rogninum kemur ein larva, sum fyrstu tíðina rekur runt í sjónum. Eftir umleið fimm vikum setur kræklingalarvan seg fastan á einum hóskandi staði í sjóvarmálanum. Hetta verður gjørt við at larvan ankra seg fastan við skeggtráðum, sum hon spinnur og festur í undirlagið. Har sum kræklingalarvan festur seg, verður so sitandi har restina av lívinum.

Tá kræklingur verður aldur, verða trossar hongdir út á sjógv. Trossarnir eru ofta gjørdir úr neti, sum verða festir í flot ella ein flaka, sum teir hanga niður úr. Á hesar trossarnar kunnu larvurnar, sum eru í sjónum festa seg og vaksa seg stórar, til tær at enda verða seldar á marknaðinum eini tvey ár seinri.

BEST Á SKÁLAFJØRÐINUM
Tá Finngerð og Esbern gjørdu úrslitini upp, vístu kanningar, at úrslitið hilnaðist best á Skálafjøðrinum; bæði í nøgd og hvat vøkstri viðvíkur. Á Skálafjørðinum fingu tey 9.2 kg av kræklingi fyri hvønn meturin av trossa, meðan nøgdin í eystarumegin í Sundalagnum var einans 6,3 kg fyri hvønn meturin. Tíanverri spurdist einki burtur úr royndunum í Kaldbaksfirði og Streymoyarmegin í Sundalagnum. Á Skálafjørðinum var miðalstøddin á kræklinginum eftir einum ári 43 mm, meðan kræklingurin í Sundalagnum var einans 34 mm langur. Eisini hevði kræklingurin á Skálafjørðinum tað hægsta matinnihaldið í mun til støddina á skelini. Finngerð og Esbern meta, at kræklingurin á Skálafjørðinum eftir tveimum summrum, hevði havt eina stødd uppá 50 mm, sum er tað, ið krevst fyri at selja kræklingin á europiska marknaðinum

ÆÐUR OG KROSSFISKAR STØRSTU FÍGGINDAR
Deyðliligheitin hjá kræklingalarvunum er vanliga stór, og bert umleið 1% av teimum gýttu larvunum yvirliva og kunna festa seg á eitt fast undirlag. Men eisini her eru nógvir fíggindar. Kræklingur er føði hjá fleiri dýrum, sum liva í sjónum, bæði hjá teimum, sum liva á botni og hjá fugli, sum kavar eftir kræklingi ella tekur hann í fjøruni. Æða og tjøldur eru tey fuglasløgini, sum eta mest av kræklingi. Kanningar í Vaðhavinum í Danmark vísa, at av teimum 3 milliónum kg av føði, sum æðurnar ótu um árið, vóru 1,2 milliónir kg kræklingur. Tjøldrini ótu 2 milliónir kg um árið. Ein fjórðingur av hesum var kræklingur. Tá æðurnar eta krækling, svølgja tær hann heilan, síðan verður hann knústur í búkinum. Sum kræklingurin veksur, gerst skelin tjykkri, og verður tí verri at knúsa. Tí vilja æðurnar helst hava krækling, sum er minni enn 20 mm til longdar.

ÆÐURNAR ETA TANN BESTA KRÆKLINGIN
Kanningarnar hjá Finngerð og Esbern vístu, at kræklingurin var størstur á Skálafjørðinum og minstur við Streymin í Sundalagnum. Hetta merkir tó ikki, at kræklingur við Streymin neyðturviliga veksur seinri enn á Skálafjørðinum. Mistanki var um, at æðurnar í Sundalagnum vóru høvuðsorsøkin til, at kræklingurin har var minni. Nógv er til av æðu norðuri við Streymin, og  tær taka teir størru kræklingarnar, so skjótt sum hesir eru vorðin so mikið stórur, at tað loysir seg hjá æðunum at eta teir. Teir smæstu kræklingarnir fáa hinvegin frið fyri æðunum og verða verandi eftir og tað eru tí hesir smáu kræklingarnir, sum Finngerð og Esbern funnu á kræklingatrossunum og mátaðu.

GÓÐIR MØGULEIKAR AT ALA KRÆKLING Í FØROYUM
Í niðurstøðuni sig Finngerð Jensen og Esbern Patursson, at tey halda, at tað skuldu verið góðir møguleikar at alt krækling í Føroyum, í øllum førum á Skálafjørðinum og helst eisini á øðrum føroyskum firðum, har tað ikki eru trupulleikar við æðu, gjari og øðrum dýrum, sum minka um nøgdirnar av kræklingi og  tálma vøkstrinum.

Á Fiskaaling eru tey sera væl nøgdir við royndirnar og arbeiði  hjá Finngerð og Esbern.

Les bachelorritgerðina hjá Finngerð Jensen og Esbern Patursson  'Blue Mussel (Mytilus edulis) in Faroese Fjords: Biology and Farming Potential’ her (pdf-fíla; 3 MB).