University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kristianna Hammer luttikið á ráðstevnu
08.01.2015
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Kristianna Hammer luttikið á ráðstevnu

Kristianna Hammer, lektari á Sjúkrarøktarfrøðideildini, hevur luttikið á “Nordic Conference in Nursing Research – Methods and Networks for the future” í Odense, Danmark.


Kristianna helt ein fyrilestur um granskingarháttin: “Using drawing in qualitative research with adults to explore experiences in health and illness”. Hesin fyrilestur er støðið undir greinini við heitinum ”Drawing as method on hope in health care: experiences, reflections and recommendations”. Greinin er til metingar og verður væntandi prentað seinni.

Hesa ráðstevnuna løgdu Dansk Selskab for Sygeplejeforskning, Norsk Selskab for Sykepleieforskning og Svensk Sjuksköterskeförening til rættis. Ráðstevnan hevði sum evni vísindalig háttaløg og kervissambond (netverk) og snúði seg fyrst og fremst um tær avbjóðingar, sum granskingarháttaløg og sannroyndarkanningar innan sjúkrarøkt hava í framtíðini og hvussu hesi vísindaligu háttaløg kunnu nýtast í sjúkrarøktargranskingini. Viðgjørdar vórðu eisini tær avbjóðingar, sum granskarar innan sjúkrarøkt hava, tá ið tað snýr seg um at skapa kervissambond, sum stimbra og fremja sjúkrarøktargransking.

Av fyrilestrahaldarum vóru ímillum aðrar kendi granskarin Dr. Denise Polit,  Professor David Richards, forseti fyri The European Academy of Nursing Science, Professor Tiny Jaarsma, Linköping University, og Professor Sølvi Helseth, Oslo og Akershus University College of Applied Science.

Les grein viðvíkjandi “Dansk selskab for sygeplejehistorie - muntlig og skriftlig formidling af sygeplejeforskning”  her

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2025 12 04 At 10 46 06 The Faroe Islands – The Future Of Eco Friendly Construction Interview With Karin Habermehl Cwirzen

    Karin var høvuðsrøðari á EcoBalt 2025

  2. Klipt Barbara Scalvini Og Iben Nyholm Debess Máltøknidepilin

    Máltøknidepilin fingið 2 millliónir frá NordForsk

  3. 9C Djeqtdyy

    Kom og tak eitt skeið á Setrinum