University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Virðislønahandan.jpg
Anna Katrin Matras
27.08.2018
Setrið

Krúnprinsurin í Kongshøll

Seinasta hósdag, 23. august, varð skipað fyri stórum íverksetaratiltaki í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.

Endamálið við tiltakinum var at finna tann, sum skal umboða Føroyar í altjóða CBC finaluni (Creative Business Cup) í Keypmannahavn 26. og 27. november. Á tiltakinum vóru tað fimm nýggjar spennandi íverksetarafyritøkur, sum løgdu fram. Vinnarin varð Sverri Nolsøe við verkætlanini SafeFriend.

Nú tiltakið fall saman við krúnprinsavitjan, var tað H.K.H. Krúnprinsurin, sum handaði virðislønina.

Ólavur Ellefsen, stýrisformaður fyri Fróðskaparsetur Føroya, endaði tiltakið við eini røðu um útbúgving og íverksetan í Føroyum. Til ber at lesa hesa HER

Hugskotið, Íverksetarahúsið, Vinnuframi og Fróðskaparsetur Føroya fyriskipaðu íverksetaratiltakið.


Vinnarin, Sverri Nolsøe

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Jógvan í Lon Jacobsen FMD smílandi.jpg

    Nýggj grein: Við lóg skal land byggjast

  2. Wes Stein Sólorka Myndina Eigur Linda Roche DFAT

    Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

  3. Læraraskúlin nýggj.jpg

    Starvslæruvegleiðaraskeið til námsfrøðingar: Umsóknarfreist 25/9 klokkan 12:00