University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
KU Det humanistiske Fakultet (2).jpg

Emil Holms Kanal, Humanistiska fakultetið í Keypmannahavn

21.04.2021
Setrið Føroyamálsdeildin Søgu- og samfelagsdeildin

KU søkir eftir ph.d.-lesandi í føroyskari ferðavinnu

Ph.d.-skúlin á Humanistiska fakultetinum á KU søkir eftir fólki við áhuga í at lesa ph.d. í aktuellum føroyskum viðurskiftum á Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab (NorS) frá 1. september 2021

Ph.d.-starvið er, eins og eitt lektorat, fíggjað av donsku fíggjarlógini við tí tvíbýtta endamálinum at styrkja føroyska útbúgvingar- og granskingarøkið á Humanistiska Fakultetinum á KU og skapa sterkari og meira bindandi samstarvssambond millum fakultetið og Fróðskaparsetur Føroya.

Bergur Rønne Moberg er settur í umrødda lektarastarvið frá 1. apríl, og hann er tí farin í farloyvi frá Føroyamálsdeildini. Bergur Rønne Moberg arbeiðir í løtuni saman við øðrum á KU við at fyrireika eina talgilda masterútbúgving millum Setrið og KU við arbeiðsheitinum, "Digital Collaboration. Empowering the local to solve business cooperation."

Ph.d.-starvið, sum KU nú lýsir við, hevur føroyska ferðavinnu sum granskingarevni.

Tann ph.d.-lesandi skal kanna skjótt vaksandi ferðavinnuna í Føroyum og hennara mongu møguleikar og íbygdu avbjóðingar. Burðardygd verður í lýsingini av starvinum nevnt sum eitt lyklaorð.

Umsóknarfreistin er 31. mai klokkan 23.59.

Lesið meira her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. DHS Vitjan Frá Kekkia

    Spennandi vitjan úr Kekkia

  2. Screenshot 2026 09 18 At 12 39 21 Historic Agreement With Novo Nordisk Foundation Strengthens Nordic Research Co Operation Nordforsk

    Søgulig rammuavtala góð fyri føroyska gransking

  3. APN Útbúgving Tordis Tróndarson Leggur Fram

    Setrið skaffað 2 mió til nýggja heilsuútbúgving