03.05.2017
Til lesandi
Skriva út

Kunning um skiftislestur í USA

Í morgin kl. 14.00 greiðir amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Rebekah Drame, frá møguleikum at lesa skiftislestur í USA


Í morgin fer amerikanska sendikvinnan í Keypmannahavn, Rebekah Drame, at greiða um møguleikarnar fyri skiftislestri í USA!

 

Tiltakið verður í morgin kl. 14.00 á Námsvísindadeildini (í kantinuni).

 

Hetta verður fyrsta tiltaki, sum Ráð teirra Lesandi skipað fyri, eftir at ráðið hevur yvirtikið hølini.

 

Rebekah Drame, ið hevur bachelorútbúgving í Political Science and African & Afro-American Sudies og Master í International Relations and Affairs, hevur drúgvar altjóða royndir.

 

Vilt tú vita meira um fíggjarligu stuðulsmøguleikarnar í sambandi við skiftislestur uttanlands, so set teg í samband við Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni – holgera[at]setur.fo ella tlf. 29 25 13.