University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
FF_bla_orange_mynd_624x350px.jpg
Rannvá Dávadóttir
20.03.2019
Setrið Til lesandi Lestrarskrivstovan

Kunning um útbúgvingar á Setrinum

Kom og les á Setrinum

Hósdagin 21. mars kl. 16-18 verður opið hús í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum.

Á skránni eru framløgur um útbúgvingartilboð og um hvussu tú søkir um upptøku á Setrinum.

Møguleiki verður at tosa við útbúgvingarleiðarar, lestrarvegleiðarar og lesandi. Tú kanst spyrja spurningar og frætta nærri um júst ta útbúgvingina, ið tú hevur áhuga í.

Tiltakið er í Kongshøll í Sjóvinnuhúsinum og øll eru vælkomin. Tiltakið er ókeypis. Okkurt gott verður til matna.

Skrá:
kl. 16:00 Kunning um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum í 2019
kl. 16:30 Hvussu søki eg inn á Setrið?
kl. 17:00 Kvota 1 ella kvota 2 - hvat skal eg velja?
kl. 17:30 Skiftislestur, framhaldslestur uttanlands og framhaldslestur á Setrinum

Les meira um tiltakið her.

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Próvtøkuótti 13.11.2025 (002)

    Opin fyrilestur á netinum um próvtøkuótta

  2. Rógvi Olavson Staðið Phd 13112026

    Væleydnað ph.d.-verja hjá Rógva

  3. Forsíða Klipt

    Setrið byggir brúgv til miðnám