University of the Faroe Islands
Lesandi
Starvsfólk
Setrið
Kunningarátak um sjúkrarøktarfrøði
28.10.2013
Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi

Kunningarátak um sjúkrarøktarfrøði

Eftir summarfrítíðina byrjaði flokkur 2011 á Sjúkrarøktarfrøðideildini við eind 9. Tað, sum flokkurin miðvíst hevur arbeitt við, er kunningarátøk.


Endamálið við hesi eind er “Heilsufremjandi og fyribyrgjandi leikluturin hjá sjúkrarøktarfrøðingum í samfelagsligum høpi” og at lesandi skilja, hvønn týdning sjúkrarøktar-  og heilsunámsfrøði hava í sambandi við fyribyrgjandi og heilsufremjandi tiltøk og ætlanir í heilsuverkinum og í samfelagnum. Harafturat er endamálið, at lesandi menna førleikarnar at greina og miðla sjúkrarøktarfakligar spurdómar í samfelagsligum og mentanarligum høpi.

Í hesum sambandi hava lesandi í viku 42 arbeitt við at gera kunningarátøk. Úrslitið bygdi á ymiskar hættir at gera og miðla t.d. filmskut, faldarar og ljóðbrot, sum øll høvdu ein greiðan og fangandi boðskap og greiðan málbólk. Evnini í kunningarátøkunum fevndu um faldarar við heitunum “Hevur tú HUG?”, sum snýr seg um svøvnvanar hjá børnum og ungum. Og “Vilt TÚ hava stress”, sum eru um góð ráð um strongd og hvussu vit kunnu sleppa undan at streingjast. Stuðlað varð undir boðskapin í faldaranum við einum ljóðbroti.

Tvey filmskut við heitunum ávikavist “Hondreinføri” og "Trin fyri trin - og tú ert á rættari kós" greiða frá ókeypis rørslumøguleikum. Arbeiðið var væleydnað, og kann, við smávegis tillagingum, fjølmiðlast.

Les faldaran um svøvn hjá børnum

Onnur tíðindi

Fleiri tíðindi
  1. Screenshot 2026 02 09 At 13 13 07 Uarctic Congress 2026 (1)

    Tilmelding til UArctic Congress 2026 er nú opin

  2. Nansý Sunadóttir

    40.000 í gávugóðsi: - Hetta er ein risastór viðurkenning

  3. Innbjóðing Handan Av Gávugóðsi Úr Grunni Thorvalds Poulsen Av Steinum

    Alment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólk 2025